28.06.2011
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Helgi Nolsøe vart licentiat-ritgerð um fiskaproteinir

Hósdagin 26. mai vardi Helgi Nolsøe licentiat-ritgerð á Chalmers University of Technology í Gøteborg í Sviaríki. Ritgerðin lýsir nýment munadygt háttalag at útvinna proteinir úr fiski og fiskarestrávørum.


Licentiat-ritgerðin hevur heiti: ”Protein Yield and Protein Isolate Quality when applying pH-shift Processing on Cod, Haddock and Blue Whiting Fillets – Effects of Replacing Centrifugation with Filtration.  Partur av  ritgerðini eru tríggjar greinar, sum allar eru prentaðar í altjóða viðurkendum vísindaligum tíðarritum.

 

Granskingararbeiðið er lutvíst int í Gøteborg í Svøríki og lutvíst á Havstovuni í Tórshavn, har Helgi hevur verið granskingarleiðari á  granskingarkjarnanum fyri processteknologi. Hesin granskingarkjarnin eins og granskingarkjarnin fyri veiðutøkni og granskingarkjarnin fyri evnafrøði og lívtøkni eru nú avtiknir.


Hetta arbeiðið hjá Helga hevur alstóran týdning fyri føroyska fiskivinnu eins og fiskivinnu kring allan heim. Grundin er tann, at altjóðað kravið um fulla gagnnýtslu av marina tilfeinginum er alsamt vaksandi. Úrvinning av protein-isolatum til framleiðslu av eitt nú surimi hevur verið gull verd fyri betri gagnnýtslu av lágvirðisfiskasløgum og fiskarestrávørum. Protein-isolatini verða í fyrstu atløgu fingin til vega við ”pH-skift protein isolatiónsteknikkinum”.

 

Í hesum háttalagnum verða fiskaproteinini upployst í  vatni og sterkari sýru (sýruhátturin) ella sterkari basu (basuhátturin). Harvið  verður møguligt at skilja proteinini frá ikki-upploysiligum evnum so sum beinum, skræðu, bróski og feitti. Tey reinsaðu og upploystu proteinini verða harnæst útfeld við pH ájavnt við 5,5 og protein-isolatið endurvunnið í næsta uppreinsingartrini. Í hesum næsta uppreinsingartrininum hevur centrifugering vanliga verðið nýtt. Hesin hátturin er dýrur og missurin av næstan-upploystum og ikki- upploystum proteinum kann vera lutfalsliga stórur.

Helgi hevur við sínum rannsóknum ment eitt háttalag (filtreringsmetodan) at útvinna protein-isolat og surimi, sum gevur munandi hægri úrtøku enn tann vanliga nýtti framferðarhátturin (centrifugeringsmetodan). Fyri føroyskan tosk og hýsu var meirúrtøkan 26 % og fyri svartkjaft (38-60) %. Hesi úrslit hava havt so stóran altjóða áhuga, at Helgi hevur fleiri ferðir verðið biðin um at halda fyrilestrar um hetta nýmenta munadygga háttalagið á rástevnum uttanlands. Í Føroyum varð rannsóknararbeiði hansara harafturímóti steðga og starvið sum granskingarleiðari á granskingarkjarnanum í processteknologi avtikið.

 

Andmælarin, opponenturin,  var Dr. Maud Langton, ið er associeraður professari við The Swedish Institute for Food and Biotechnology. Høvuðsvegleiðarin var  Dr.  Ingrid Undeland  frá  Chalmers University og hjávegleiðari var Dr. Hóraldur Joensen frá Fróðskaparsetur Føroya, Náttúruvísindadeildin.