University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Helgi Winther Olsen Og Dómsnevnd Og Vegleiðarar 06112025
06.11.2025
Setrið

Helgi Winther Olsen staðið sína ph.d.

Fyrrapartin vardi Helgi Winther Olsen ph.d.-ritgerð sína í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya. Verjan gekk væl

Rættiliga fitt av fólki var komið á Setrið at fylgja við, tá Helgi Winther Olsen í dag skuldi verja sína ph.d.-ritgerð um rørslu í skúlunum.

Ritgerðin eitur Effects of the FIT FIRST FOR ALL school-based physical activity intervention on health-related fitness, well-being, and equitable participation in a Faroese school setting.

Ingi H. Højsted, lektari á Fróðskaparsetri Føroya var forfólk í metingarnevndini, sum eisini var mannað av Hafrún Kristjansdóttir, ið er professari á universitetinum í Reykjavik, og Craig Williams, sum er professari á University of Exeter.

Metingarnevndin helt, at talan er um sera týdningarmikla gransking, sum Helgi hevur lagt fram í eini vælskrivaðari ritgerð.

Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, var høvuðsvegleiðari, Malte Nejst Larsen, adjunktur á SDU, var hjálparvegleiðari, eins og May-Britt Skoradal, sum er lektari á Fróðskaparsetri Føroya. 

Sum ph.d.-lesandi hevur Helgi arbeitt og verið innskrivaður á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. 

Lesið føroyska samandráttin av ritgerðini her.

Ritgerðin er tøk á Pure-vanganum hjá Helga her.

Vit ynskja Helga Winther Olsen hjartaliga til lukku við ph.d.-heitinum!

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving