Brynhild Thomsen
05.01.2021
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Helvtin enn sjúkueyðkenni eftir 125 dagar

Føroyskt granskaratoymi hevur vísindaliga grein í tíðarritinum Clinical Infectious Diseases um langtíðar sjúkueyðkenni av COVID-19

Maria Skaalum Petersen, Marnar Fríðheim Kristiansen, Katrin Dahl Hanusson, Marjun Eivindardóttir Danielsen, Bjarni á Steig, Shahin Gaini, Marin Strøm og Pál Weihe hava fingið útgivið greinina, sum eitur “Long COVID in the Faroe Islands - a longitudinal study among non-hospitalized patients”.

Granskingarúrslitini eru sera áhugaverd, tí øll í Føroyum, sum fingu koronu frá mars til mai, vórðu spurd um at vera við í verkætlanini, har granskarar skuldu fylgja sjúkugongdini. Tey luttakandi vórðu ringd upp tvær til fimm ferðir, alt eftir nær tey fingu staðfest smittuna, og hvussu leingi tey høvdu sjúkueyðkenni.

Av teimum 180 luttakarunum høvdu meir enn helvtin framvegis sjúkueyðkenni við seinastu samrøðu, sum var í miðal 125 dagar eftir smittuna.

Í akuttu fasuni, tað vil siga meðan tey høvdu COVID-19, høvdu fýra prosent eingin sjúkueyðkenni (vóru sonevnd asymptomatisk). Tey mest vanligu sjúkueyðkennini í akuttu fasuni vóru møði, fepur, høvuðpína, kuldaskjálvtar og missur av lukti- og smakkisansi. Drúgvastu sjúkueyðkennini vóru møði, missur av lukti- og smakkisansi og pína í liðum.

Hesi úrslitini vísa, at tað kann taka mánaðir, áðrenn sjúkueyðkennini hvørva eftir koronusjúku. Tí er týdningarmikið at halda fram við at kanna sjúkueyðkenni eftir COVID-19-sjúku, eisini yvir longri tíð, skriva granskararnir.

Maria Skaalum Petersen, granskari hevur saman við Pál Weihe, yvirlækna og professara staðið fyri granskingarverkætlanini um sjúkueyðkenni og seinárin av COVID-19 í Føroyum.

Kanningin er fíggjað av p/f Krúnborg og Borgaratún.

Les greinina her.