University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
HerMix sildaverkætlanin liðug

HerMix sildaverkætlanin liðug

Sjey granskingarstovnar og vinnufyritøkur í Íslandi, Føroyum, Noregi og Danmark tóku seg saman fyri at kanna sildina í Norðuratlantshavinum frá 2009 til 2012


HerMix verkætlanin 2009-2012

Í sambandi við sildafiskiskapin í Norðureysturatlantshavi hava sjey granskingarstovnar og vinnufyritøkur í Íslandi, Føroyum, Noregi og Danmark tikið seg saman fyri at kanna sildina í Norðuratlantshavinum. Høvuðsendamálið við kanningunum var í fyrsta lagi at menna genetiskar markarar, so til ber at DNA-eyðmerkja sildastovnarnar og harvið minka um vandan at ovurfiska einstakar stovnar, ið eru illa fyri, og í øðrum lagi at skipa fiskiskapin soleiðis, at meiri fæst burturúr fíggjarliga. Ætlanin var at nýta genetiskar markarar, kallaðir microsatellittar. Hesir markararnir vístu seg ikki at hava nóg stóran sundurgreiningarmátt til at skilja millum teir stóru havbeitandi sildastovnarnar. Aðrar rannsóknir, umfatandi kanning av vakstrarferð og greining av nytruáringum, vístu tó greiðan mun millum ávísar sildastovnar. Tey reiðiliga 4500 savnaðu sildagrundsýnini verða í næstum nýtt til at menna eitt nýtt slag av markarum. Hesir nýggju markararnir kallast SNP-sar (úttalað: snipsar. SNP: Single Nucleotide Polymorphism), ið verða mettir at hava størri sundurgreiningarmátt enn microsatellittar.

Føroysk luttøka

Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparseturi Føroya og Havstovan luttøku virkin í HerMix sildaverkætlanini. Luttikið varð í arbeiðinum at fáa til vega fígging, savna sýni og greina sýnini.

Kostnaður

Samlaði kostnaðurin av verkætlanini var 2,5 milliónir Dkr. Føroyski fíggingargrunnurin Fiskivinnuroyndir stuðlaði verkætlanina fíggjarliga við 200.000 Dkr, og AG-fisk hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum (NMR) við 900.000 Dkr. AG-fisk er ráðgevandi vísindabólkur hjá NMR. Uttan fæ, eingin verkætlan. Takkað verður fyri fíggjarliga styrkin.

Stuttur føroyskur úrdráttur av verkætlanin kann lesast her

Øll verkætlanarfrágreiðingini á enskum máli kann lesast her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum