Landsstýrismaðurin í heilsumálum er glaður, nú Setrið næstan tvífaldar upptøkuna av sjúkrarøktarfrøðilesandi (Foto: hmr.fo)
Brynhild Thomsen
30.09.2021
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

- Hetta fer at lyfta vælferðarøkið

Tað gleðir meg almikið, at vit longu í januar 2022 seta við og kunnu bjóða 25 nýggjum lesandi pláss at lesa sjúkrarøktarfrøði, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum

- Hetta eru góð tíðindi og styrkir vælferðarøkið.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, nú játtanin til Fróðskaparsetur Føroya eftir ætlan verður økt, so at upptøkan av lesandi til útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði næstan tvífaldast.

- Okkara vælferðarsamfelag verður mett eftir, hvussu vit taka okkum av menniskjum, sum hava likamligar ella sálarligar avbjóðingar. Tá vit tosa um vælferðartænastur og góða røkt, so er tann sjúki í serligari støðu og hevur brúk fyri serligari røkt. Ein fakbólkur, sum skal til, eru okkara sjúkrarøktarfrøðingar, sum eg havi so sera stóra virðing fyri, sigur hann.

- Tí gleðir tað meg almikið, at vit nú raðfesta hesa útbúgvingina, og at vit longu í januar kunnu seta við og bjóða 25 nýggjum lesandi pláss á útbúgvingini. Hetta fer at lyfta vælferðarøkið enn meira, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Óluva í Gong, forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, eggjar eisini fólki at søkja inn á útbúgvingina.

- Vilt tú gera mun í føroyska samfelagnum, so er at søkja, sigur hon.

Óluva í Gong leggur aftrat, at vit í Føroyum hava eina av heimsins bestu útbúgvingum í sjúkrarøktarfrøði.

- Stigið hjá okkum í Føroyum og í Íslandi liggur væl hægri enn í hinum Norðurlondunum. Nakað, sum ungdómurin vil hava, er møguleikar, og tað fær ein við okkara útbúgving. Tú fært atgongd til størv, umframt at hendan útbúgvingin gevur beinleiðis atgongd til hægri universitetslestur, sigur hon. 

- So søkið inn á útbúgvingina, ljóðar áheitanin frá fakfelagsforkvinnuni.

Evstamark at søkja er 15. november.

Kunning og umsóknarblað er her.