University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Hildigunn Steinhólm Højgaard sett sum námslektari í sjúkrarøktarfrøði
03.10.2016
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Hildigunn Steinhólm Højgaard sett sum námslektari í sjúkrarøktarfrøði

Hildigunn, sum hevur royndir frá undirvísing á deildini, er sett sum námslektari á Sjúkrarøktarfrøðideildini


Hildigunn Steinhólm Højgaard sett sum námslektari í sjúkrarøktarfrøði

Hildigunn er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og jarðamóður, áðrenn hon í 2007 tók masterútbúgving í fólkaheilsu. Eftir lokna masterútbúgving hevur Hildigunn tikið m.a. ymisk ph.d. skeið.

Hildigunn hevur síðan 2012 luttikið í undirvísing á Sjúkrarøktarfrøðideildini, m.a. í tíðaravmarkaðum starvsetanum.  Frammanundan hevur hon m.a. starvsroyndir sum jarðamóður í Danmark, Noregi og Cameroon. Eisini hevur hon starvsroyndir sum granskingarhjálpari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í Tórshavn.

Hildigunn Steinhólm Højgaard byrjaði sum námslektari í sjúkrarøktarfrøði tann 22. august 2016.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Eli Nolsøe Leifsson FSF Mynd ENL

    Ph.d.-verja: Eli Nolsøe Leifsson

  2. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  3. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga