Permumynd: Málningur eftir Christian Blache (1838-1930)
11.04.2021
Setrið Fróðskapur
Skriva út

Hin føroyski róðrarbáturin givin út av nýggjum

Fróðskapur hevur givið bókina Hin føroyski róðrarbáturin eftir Andras Mortensen út av nýggjum. Bókin kom út fyrstu ferð í 2000 og hevur í mong ár verið útseld. Hon er endurprentað, tí mong hava spurt eftir henni.

Bókin er um gamalt føroyskt bátasmíð og lívið kring bátarnar í Føroyum í tíðini fram til umleið 1930. Bygt verður á søguligt heimildartilfar og frásagnir frá fólki, ið kendu róðrarbátatíðina av egnum royndum og róðrarbátarnar í dagligum yrki. Framløgan er skipað í tríggjar partar.

Í fyrsta partinum verður báturin lýstur, bæði sum smíð og hugsjón, og tann byggitøkniliga siðvenjan í sambandi við hann verður kannað. Endamálið er at skjalfesta framferðarhátt í siðbundnum føroyskum bátasmíðið. Í øðrum parti verður tað gerandisliga brúkið av bátinum lýst, og eisini verður hann kannaður í samfelagsligum høpi. Í triðja parti verða 34 gamlir róðrarbátar lýstir við tølum og tekningum, sum Andrass Joensen reinteknaði eftir uppmátingum hjá Verlandi Johansen.

Bókin kostar 350 kr. í bókabúðunum.