Lena Reinert
12.03.2019
Føroyamálsdeildin Til lesandi
Skriva út

Hjalmar P. Petersen heldur professarafyrilestur

Í sambandi við professaratilnevningina 1. februar heldur Hjalmar P. Petersen, málfrøðingur, fyrilestur

Fyrsta februar var Hjalmar P. Petersen framfluttur í professarastarv í málvísindum á Føroyamálsdeildini. Sum siður er, heldur hann professarafyrilestur.

Fyrilesturin hevur heitið "Innari og ytri orsakir til syntaktiska variatión og broyting í føroyskum" og verður hildin í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 15. mars klokkan 14.15. Fyrilesturin er almennur og øll eru hjartaliga vælkomin. Kaffi/te verður aftaná.

Seturstíðindi um tilnevningina