University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Hjalmar.jpg
19.12.2018
Føroyamálsdeildin

Hjalmar P. Petersen professari í málvísindum

Hjalmar P. Petersen verður tilnevndur professari í málvísindum á Fróðskaparsetri Føroya 1. februar 2019.

Hjalmar hevur verið í starvi sum lektari á Føroyamálsdeildini síðan 2011. Tíðarskeiðið 2005 til 2011 var hann í starvi á universitetinum í Hamburg. Doktararitgerð sína, Gender Assignment in Modern Faroese, vardi hann á universitetinum í Hamburg í 2008.

Hjalmar tók exam.art í føroyskum í 1983, BA í lingvistikki á Háskóla Íslands í 1991 og seinni cand.phil á universitetinum í Keypmannahavn. Í 2000 tók hann MA í lingvistikki á Yale University. Hjalmar hevur skrivað nógvar greinir øll árini og hevur undirvíst á fleiri stigum í útbúgvingarskipanini.

Ein uttanhýsis metingarnevnd hevur mett um førleikar hansara at gerast professari. Staðfest verður m.a. í niðurstøðuni, at:

“Petersen er er veluddannet i flere lande, Færøerne, Island, Danmark, USA og Tyskland og
behersker mange sprog. Han er selvfølgelig godt bekendt med den moderne sprogteori, såvel
generelt som i sproghistorie, sociolingvistik og korpuslingvistik. Han har et bredt område af
interesser og har publiceret artikler i flere anerkendte tidsskrifter og skrevet med anerkendte
forskere. De artikler, vi har læst, spænder fra lydhistorie til syntaks og sprogkontakt og er vanligvis karakteriseret af en præcis argumentation og godt kendskab til tidligere forskning. Frem for alt er Petersens store tematiske bredde imponerende”.

Umframt vísindaligar greinir og bøkur hevur Hjalmar m.a. latið úr hondum føroyska mállæru og eina nógv brúkta lærubók í føroyskum fyri útlendingar, Faroese: A Language Course for Beginners (2009/2014).

Í sambandi við professaratilnevningina verður professarafyrilestur á Fróðskaparsetrinum í vár.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum