University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Umsetur
02.02.2026
Setrið Føroyamálsdeildin

Hjálpið okkum at bøta um føroyska teldutýðing

Mánadagin 9. februar frá klokkan 15:00 - 16:00 verður almenningurin boðin til tiltak í Kongshøll, har Fróðskaparsetrið fer at leggja fram ein týðingarpall, sum tørvar íkast frá øllum við áhuga

Hevur tú áhuga í at hjálpa Máltøknideplinum á Fróðskaparsetri Føroya at betra um føroyska teldutýðing, so er at koma í Kongshøll mánadagin, har týðingarpallurin Umsetur verður lagdur fram.

Á pallinum kanst tú týða tekstir úr enskum til føroyskt, meta um týðingarnar og gera broytingar, sum verða brúktar til at læra vitlíki betri føroyskt mál.

Íkast frá brúkarunum er sostatt ein týdningarmikil partur av arbeiðinum hjá Máltøknideplinum at menna eina tænastu, sum tekur støði í veruligari føroyskari málnýtslu.

Títt íkast hevur beinleiðis ávirkan á, hvussu føroyskt verður myndað av talgildum amboðum nú og í framtíðini, so kom í Kongshøll mánadagin 9. februar klokkan 15:00, har tú lærir, hvussu lætt tað er at gera mun í hesum sambandi.

Øll eru vælkomin.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Barn Við Fingramáling Námsvísindi Diplom Freerangestock

    Diplom í Námsfrøði: Fylgið stroyminum her

  2. Politiskur valfundur í Kongshøll.jpg

    Valfundur í dag: Hvussu styrkja vit Føroyar við ungdómi, útbúgvingum og gransking?

  3. Heðin Ingi Abrahamsen Staðið Phd 09032026

    Heðin Ingi Abrahamsen staðið ph.d.