University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Hjánám í støddfrøði
02.04.2016
Náttúruvísindadeildin Setursskrivstovan

Hjánám í støddfrøði

Fyri fyrstu ferð bjóðar Setrið út nám í støddfrøði. Í fyrsta umfari er talan um hjánám


Talan verður um eitt nám upp á 120 ECTS – harav 90 ECTS eru í støddfrøði og 30 ECTS eru í skeiðum, sum brúka støddfrøði. Studentar, ið hava staðið skeið, sum brúka støddfrøði, kunnu fáa hesi 30 ECTS góðskrivað.
Gunnar Restorff, útbúgvingarleiðari, sigur, at Setrið hevur hugsað um fleiri málbólkar, tá ið gjørt varð av at bjóða út hjánámið í støddfrøði.
– Eitt nú hava vit hugsað um tey, sum undirvísa á miðnámi, men ikki hava fullan, formligan undirvísingarførleika. Hesi kunnu søkja um at fáa støddfrøðiskeið góðskrivað, og gevur hjánámið teimum soleiðis ein møguleika at uppstiga teirra førleika, sigur útbúgvingarleiðarin.
Ein annar bólkur eru tey, sum taka ella hava tikið eitt høvuðsfak – antin á Setrinum ella uttanlands – sum kunnu taka hjánám í støddfrøði, so tey hava undirvísingarførleika í tveimum lærugreinum.
Tey, sum taka hjánám í støddfrøði, hava sjálvsagt eisini møguleika at lesa støddfrøði víðari aðrastaðni.
– Vit byrja við hjánámi, men tað er ikki óhugsandi, at støddfrøði eina ferð seinni verður bjóðað út sum samansett bachelor, sigur Gunnar Restorff, útbúgvingarleiðari.
Hjánámslestur – í hesum føri 120 ECTS – er ikki fulltíðarlestur, uttan so at annað nám verður lisið samstundis.
Les meira um hjánám í støddfrøði.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 04 07 At 15 03 12 Heimasíða Tú Vitjar

    Námsvísindaligur granskingardagur 24. apríl

  2. Læraraskúlin.jpg

    Eftirútbúgvingarskeið á masterstigi á Námsvísindadeildini

  3. Barn Við Fingramáling Námsvísindi Diplom Freerangestock

    Diplom í Námsfrøði: Fylgið stroyminum her