University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Høvuðskeldan til multiresistentar VRE enterokokkar í Føroyum er í Keypmannahavn

Høvuðskeldan til multiresistentar VRE enterokokkar í Føroyum er í Keypmannahavn

Í nýggjari vísindaligari grein verður staðfest, at talið av tilburðum av multiresistentum bakterium funnar á donskum sjúkrahúsum veksur skjótt og at flest tilburðir eru á sjúkrahúsunum í høvuðstaðarøkinum


Niðurstøðan er gjørd av granskingareind, sum Medisinsk Granskingareind á Landssjúkrahúsinum er ein partur av saman við Statens Serum Institut. Shahin Gaini, yvirlækni og ph.d. er við í granskingareindini og ein av høvundunum.

Granskingin hevur við heilgenomsekventering staðfest, at bakteriur, sum eru funnar í Føroyum mest sannlíkt stava frá Keypmannahavn og HS sjúkrahúsunum í høvuðstaðarøkinum.

Hetta eru sjúkrahúsini, sum føroyska heilsuverkið samstarvar mest við. Hesi sjúkrahúsini hava stórar avbjóðingar av resistentum bakterium, millum annað VRE, Clostridium difficile og ESBL.

Tey stóru universitetssjúkrahúsini uttanfyri Keypmannahavn sum Odense Universitetshospital, Aarhus Universitetshospital og Aalborg Universitetshospital hava higartil ikki havt líka stórir trupulleikar við multiresistentum bakterium, sum mann veit um.

Føroyskir sjúklingar hava helst í nógvum førum fingið multiresistentar bakteriur við aftur úr Keypmannahavn. Haðani eru bakteriurnar spjaddar víðari lokalt í Føroyum.

Hóttanirnar frá multiresistentu bakterium eru í fokus á NSCMID 2017 ráðstevnuni (Nordic Society of Clinical Microbiology and Infectious Diseases), sum verður í Føroyum í august-september 2017. Shahin Gaini er forseti fyri NSCMID 2017

Greinin er útgivn í Journal of Antimicrobial Chemotherapy, kallast  “Emergence of vanA Enterococcus faecium in Denmark, 2005–15” og kann lesast her

Mynd: Enterococcus bacteria. PASIEKA/Getty Images

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum