Eyðfinn Magnussen
11.02.2022
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Hóraldur pensioneraður

Í síðstu viku var ein lítil hátíðarløta á Náttúruvísindadeildini í sambandi við, at Hóraldur Joensen gevst at arbeiða á Setrinum, nú hann er vorðin 67 ára gamal.

Hóraldur er útbúgvin kemikari og byrjaði at arbeiða á Náttúruvísindadeildini í 2008.

Hesi 14 árini, sum Hóraldur hevur starvast sum lektari á Setrinum, hevur hann undirvíst í evnafrøði og hevur eisini havt ábyrgdina av fakunum "Aling" og "Fróðskaparhegni".

Árini 2007 til september 2017 var Hóraldur útbúgvingarleiðari fyri lívfrøðisútbúgvingini á Setrinum.

Áðrenn Hóraldur varð settur í starv á Náttúruvísindadeildini, var hann leiðari fyri granskingarkjarnanum fyri biotøkni, sum seinastu árini helt til á Náttúruvísindadeildini.

Vit takka Hóraldi fyri sítt íkast og ynskja honum góðan byr í komandi tíðum.