Bogi Hansen er havfrøðingur og hevur í eitt mannaminni roynt at upplýsa um vandamiklu veðurlagsbroytingarnar (Foto: Vísindavøkublaðið)
Dagmar Joensen Næs/Vísindavøkublaðið
15.09.2021
Setrið
Skriva út

Hóttanin rínur ikki við politikararnar

Í eitt mannaminni hevur Bogi Hansen, granskari, ávara um, at menniskju eru atvoldin til, at jørðin hitnar, men føroyskir politikarar taka ikki hóttanina í álvara, sigur hann

Allarflestu granskarar hava ikki verið í iva í nógv ár: Jørðin hitnar, og tað eru menniskjuni á jørðini, ið eru atvoldin til tað.

Bogi Hansen, havfrøðingur á Havstovuni, hevur leingi verið millum fremstu granskarar, eisini á altjóða pallinum, ið hava víst á vandan frá veðurlagsbroytingum. Hann hevur serliga granskað ávirkanina á havstreymarnar kring Føroyar og hevur givið út eitt stórt tal av vísindaligum greinum og bókum um broytingar í veðurlagnum.

Í 2006 fekk hann Umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum.

- Tað er einki at ivast í, at broytingar í veðurlagnum fara at hava við sær ógvisligari veður við turki og ódnum, ið fara at gera tað óliviligt nógva staðni í heiminum. Tað síggja vit longu nú, og tað fer bara at versna. Vit fáa ikki steðgað veðurlagsbroytingunum, men um vit seta ógvuliga strong tiltøk í verk beinanvegin, kunnu vit vónandi tálma teimum nakað, sigur hann.

Í Føroyum verða avleiðingarnar serliga álvarsligar, um havstreymarnir kring oyggjarnar vikna ella heilt steðga.

Havstreymarnir gera, at tað er lutfalsliga heitt í Føroyum, hóast vit liggja longur norði enn Suðurgrønland.

- Føroyar liggja á markinum millum Arktis og heitari øki, og tað ger tað torført at rokna út, hvørjar avleiðingarnar verða hjá okkum. Vandin fyri, at havstreymarnir vikna ella steðga, er ikki mettur at vera stórur í løtuni. Men tað er ein møguleiki, um vøksturin í útláti heldur fram.

- Henda broytingar í havstreymunum, fer tað at ávirka liviumstøðurnar í Føroyum í ein mun, sum vit ikki kunnu ímynda okkum í dag, sigur hann.

Ástøði varð til veruleika

Tað eru væl meira enn hundrað ár síðani, at svenski granskarin Svante Arrhenius sum tann fyrsti roknaði út, hvussu nógv hitin á jørðini fór at hækka, um mongdin av CO2 í lofthavinum tvífaldaðist.

Síðani hava nógvir granskarar víst á vandan við, at hitin á jørðini hækkar. Veðurlagsstovnurin hjá ST, IPCC, hevur givið út seks stórar frágreiðingar um avleiðingar av veðurlagsbroytingum. Niðurstøðurnar í fyrstu frágreiðingini fyri 30 árum síðani vóru á leið tær somu sum í sættu frágreiðingini, ið kom fyri nøkrum vikum síðani.

- Frágreiðingarnar hava víst á, hvussu nógv jørðin fór at hitna, um útlátið av CO2 til dømis tvífaldaðist. At byrja við var tað grundað á ástøðiligar útrokningar, men nú hava vit sæð, hvussu væl útrokningarnar hava passað. Jørðin er hitnað umleið 1 stig, og tað kann eingin seta spurnartekin við, sigur Bogi Hansen.

Ávaringarnar frá granskarunum hava ikki verið tiknar í álvara, hvørki her heima ella aðrastaðni í heiminum.

- Summi hava sett spurnartekin við, um broytingar í veðurlagnum eru komnar av mannaávum ella av náttúrligum sveiggi í hitalagnum. Men í dag kenna vit tey náttúrligu fyribrigdini, sum ávirka veðurlagið, og vit kunnu rokna út, hvussu heitt tað hevði verið, um talan bert hevði verið um náttúrligar broytingar. Vit vita tí, at tað ikki eru til dømis broytingar í sólini og eldgos, sum fáa jørðina at hitna. Tað er ein heilt greið niðurstøða í tí seinastu IPCC frágreiðingini, sigur Bogi Hansen.

Tað eru ikki bert vanlig ólærd fólk, ið ikki hava tikið ávaringarnar frá veðurlagsgranskarum í álvara. Eisini einstakir serfrøðingar hava vilja verið við, at veðurlagsbroytingar ikki eru hendar av mannaávum.

- Tað er ringt at skilja, tí teir eiga at vita betur. Tað hevur ikki kravt nógvan kunnleika at vita, at tað hevði verið ógvuliga løgið, um jørðin ikki fór at hitna. Tað er so einfalt sum, at eini hús verða heitari, um tú bjálvar tey betur. Ella at ein grýta, sum stendur á ovninum, hitnar skjótari, um tú leggur lok á hana. Tað er tað sama, ið hendir, um vit koyra meira CO2 út í luftina. So minkar varmin, ið lekur út í rúmdina, og tað verður heitari á jørðini, sigur Bogi Hansen.

Fyri umleið fimm árum síðani fór hitin á jørðini brádliga at hækka munandi, og í dag eru ikki nógvir serfrøðingar eftir, ið tvíhalda um, at veðurlagsbroytingar ikki eru mannaskaptar.

Men enn eru nógv vanlig fólk og politikarar, ið ikki taka hóttanina í álvara.

- Tey flestu, ið ikki vilja trúgva, at veðurlagið broytist, og at tað hevur avleiðingar fyri lívið á jørðini, hava ikki sett seg inn í, hvussu hetta hongur saman. Tey kalla seg skeptikarar, men trupulleikin er, at tey eru skeptisk móti øllum uttan teimum, sum meina tað sama sum tey sjálvi. Tey vilja bert hoyra tað, ið samsvarar við tað, sum tey sjálvi halda, og so kunnu tey ikki broyta hugsan, sigur Bogi Hansen.

Útlátið nógv størri í Føroyum

Í nógvum londum er hugburðurin til veðurlagsbroytingar broyttur, eftir at París-sáttmálin varð samtyktur í 2015. Londini, ið undirskrivaðu sáttmálan, bundu seg til at gera ætlanir um at avmarka útlátið av CO2. Eisini Føroyar hava bundið seg til París-avtaluna um at minka útlátið av CO2.

- Árið eftir, at París-avtalan varð undirskrivað, hækkaði hitin á jørðini ógvisliga nógv, og tað gjørdi, at nógv lond, serliga í Europa, av álvara fóru undir at seta sær mál fyri at minka útlátið, sigur Bogi Hansen.

Danmark hevur sett sær sum mál at minka CO2 útlátið við 70 prosentum innan 2030. Í Føroyum er útlátið fyri hvønn íbúgva tríggjar ferðir so stórt sum í Danmark, men her eru enn ongar ítøkiligar ætlanir um at minka CO2 útlátið.

Í 2009 samtykti løgtingið einmælt, at útlátið skuldi minka við 20 prosentum frá 2010 til 2020. Í staðin fyri at minka, vaks útlátið við 30 prosentum.

Landsstýrið sendi í vár eitt uppskot til orku- og veðurlagspolitikk fram til 2030 til hoyringar. Tað setir sum mál, at øll ferðsla á landi, upphiting og vinna á landi eru løgd um til varandi orkukeldur í 2030. Fleiri uppskot eru um tiltøk, ið kunnu setast í verk fyri at røkka málinum, men onki beinleiðis tilmæli um lógaruppskot, sum kann tryggja, at endamálið verður rokkið.

- Uppskotið er av sama slag sum tað undanfarna. Tað er ikki annað enn føgur orð. Tað krevur stór stig, ið skulu takast beinanvegin, um málið skal halda, og einki bendir á, at tað fer at henda.

- Skal málið í uppskotinum til orkupolitikk frá landsstýrinum røkkast, skal eingin oljufýring brenna, og eingin bensin-, diesel- ella hybridbilur koyra á føroysku vegunum um 8 ár. Um landsstýrið veruliga meinar nakað við tí, skal tað beinanvegin gera eina lóg, sum bannar oljufýringum og bensinbilum frá 1. januar 2030. So vita bilseljarar og onnur tað, og fólk nýtast ikki at keypa oljufýringar og bilar, sum tey skulu tveita burtur um nøkur fá ár, sigur Bogi Hansen.

Mugu gevast at tilbiðja vøkstur

Danmark og flestu lond í Europa hava sett sær stór mál fyri at minka útlátið komandi árini.

- CO2-útlátið í Føroyum er longu munandi hægri enn í flestu londum í Europa, og verða stór tiltøk ikki sett í verk, fara vit kanska at hava 7-8 ferðir so stórt útlát fyri hvønn íbúgva sum Danmark í 2030.

Tað kann fáa álvarsligar avleiðingar eisini fyri føroyska búskapin, um CO2-útlátið heldur fram at vaksa.

- Tað fer ikki at loysa seg í longdini bara at blása so nógv út sum møguligt. Tey, ið keypa okkara vørur, seta longu nú krøv um, at fiskurin skal verða fiskaður burðardygt. Er hann ikki tað, fær hann ein annan prís. Skjótt fara brúkararnir í Europa ikki at vilja keypa frá okkum, um vit halda fram at útláta fleiri ferðir so nógv CO2 sum teirra lond, sigur Bogi Hansen.

Fyri at minka útlátið verður neyðugt eisini at seta átøk í verk, sum krevja nógv av okkum, heldur hann.

- Vit liva í einum samfelagi, har vit tilbiðja vøkstur. Fyri hundrað árum síðani høvdu tey tað kanska ikki so gott sum í dag, men tey ansaðu eftir, at tað, tey gjørdu, ikki skuldi oyðileggja framtíðina. Tá tey fóru eftir fugli, hugsaðu tey um, at nóg mikið skuldi vera eftir til árið eftir. Í dag er hugburðurin, at jú meiri ferð er á, jú betur er tað fyri øll.

- Flestu politikarar hava sum mál, at vit skulu hava búskaparvøkstur, og tað er helst høvuðsorsøkin til, at so lítið verður gjørt fyri at minka um CO2-útlátið. Vit skulu alla tíðina brúka og framleiða meira, men halda vit fram at liva soleiðis, fer tað at fáa stórar avleiðingar fyri okkara eftirkomarar, sigur hann.

Sjálvur kennir Bogi Hansen onki nøgdsemi við, at tær døpru forsagnirnar, ið hann hevur ført fram í nógv ár, nú eru við at gerast veruleiki.

- Júst hetta er einki serliga stuttligt at fáa rætt í. Men eg havi ongantíð heldur ivast í, at tað var so. Tað hevur ikki gjørt mær nakað, at fólk ikki hava viljað lurtað eftir mínum ávaringum. Tað, sum eg leggi nakað í, er, at ongar broytingar koma, hóast tað nú er týðiligt, hvussu álvarslig støðan er, sigur hann.

Vísindavøkublaðið kom út saman við Sosialinum 10.09.2021 við greinum um føroyska gransking og við føroyskum granskarum.

Les alt blaðið her.

Granskingarráðið skipar fyri vísindavøku 2021 tann 24.09.2021 í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju í samstarvi við granskingarstovnarnar í Føroyum, eisini Fróðskaparsetur Føroya. Sí skránna her.