Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetrinum, fordømir ágang og hóttanir, sum fylgja við í almenna orðaskiftinum (Foto: Brynhild Thomsen)
Chik Collins, professari
17.08.2021
Setrið
Skriva út

- Hóttanir hoyra ongastaðni heima

Sjálvandi skulu granskarar og undirvísarar á universitetum tola hvassan kritikk, men hóttanir og grovur ágangur er á ongan hátt fyri mark, sigur Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetrinum

Leikluturin hjá universitetum er stórur í dagsins samfeløgum. Setningur teirra er at útbúgva fólk, so at tey hava neyðugu vitanina til at vera við í rakstri og menning av sínum samfeløgum, og at tryggja, at fólk hava skil fyri at luttaka í vitbornum orðaskifti um handfaring av samtíðarmálum og avbjóðingum.

Eisini hava universitet ta alstóru uppgávuna at framleiða nýggja vitan, so vit betur kunnu skilja heim okkara og trupulleikarnar, sum eru í honum við tí fyri eyga, at okkara samfeløg verða dubbað til at fara undir at loysa teir.

Undirvísarar og granskarar á universitetum ganga sjálvsagt undir ta treyt, at teirra arbeiði verður lagt undir almennan, kritiskan lupp og verður kjakevni - onkuntíð eisini sera bersøgið. Tó kann og eigur tað ikki at góðtakast, at undirvísarar og granskarar eru fyri grovum ágangi ella verða persónliga hóttir, tá teir bera fram sína vitan og fatan fyri sínum granskingarumhvørvi og fyri almenningin annars. Seinastu árini hevur hetta seinasta tikið dik á seg, og rákið hevur fingið megi og hevur breitt seg við sosialu miðlunum.

Fróðskaparsetur Føroya harmast almikið um hetta og fordømir hetta rák. Og vit vóna, at føroyska samfelagið og myndugleikarnir eisini vilja fordøma tað.

Sjálvsagt hava borgarar í føroyska samfelagnum rætt at vera ósamdir við sjónarmið og meiningar hjá granskarum, um tað so er rætt ella skeivt, men sum samfelag mugu vit tryggja, at slíkar ósemjur fara fram á mentaðari grund og ongantíð við hóttanum.

Eingin eigur at verða hóttur ella kenna seg hóttan av at gera sítt arbeiði og tæna okkara samfelagi.

Vegna Fróðskaparsetur Føroya, Chik Collins, professari

**

Sí eisini innslag í Degi og viku 17.08.2021 um tað sama her.

Og grein í Dimmu her og á local.fo her.