Brynhild Thomsen
19.12.2019
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin Til lesandi
Skriva út

Hug til at fara til Kanada í februar?

Starvslesandi til donsku sendistovuna í Ottava í Kanada

Danska sendistovan í Kanada boðar frá, at tey fegin vilja hava ein lesandi úr Føroyum á eitt førleikagevandi uppihald á sendistovuni í Ottava frá 1. februar. Talan er um eitt uppihald sum starvslesandi í seks mánaðir.

Upplýsingar um donsku sendistovuna í Kanada eru her.

1. februar er bara eitt hanagleiv burturi, so hevur tú hug at bjóða teg fram, vend tær so sum skjótast til:

Danish Embassy, Ottawa

Hanne Fugl Eskjaer, sendikvinnu 

hannesk@um.dk

+1 (613) 797 2689

47 Clarence Street

K1N )K1 Ottawa

+1 (613 562 1811

Mynd: Albert Dezetter, Pixabay