21.04.2017
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Hvaðani kom rottan til Føroya?

Í Góðan morgun, Føroyar! heitti Eyðfinn Magnussen á lurtarar um at senda sær rottur, so hesin spurningurin kann svarast


Brúna rottan - eisini kallað norska rottan ella ferðarottan - kom til Evropu úr Asia í fyrru helvt av 1700-talinum og til Føroya í 1768.

Men hvaðani kom hon til Føroya, og hvussu hevur hon spjatt seg kring landið? Hetta eru spurningar, ið hava upptikið Eyðfinn Magnussen í eina tíð. Meginlykilin til at svara hesum spurningum eru ílegukanningar.

Seinastu 7-8 árini hevur hann tikið DNA-royndir av rottum, og hesar royndir geva nakrar ábendingar, men eru ov fáar til at geva álítandi svør. Tí hevur hann – og granskingarfelagar aðrastaðni í heiminum – brúk fyri fleiri DNA-royndum.

Í morgun var Eyðfinn Magnussen frá Náttúruvísindadeildini í Góðan morgun, Føroyar! har hann greiddi frá granskingarevninum og heitti á lurtararnar um at senda sær rottur, serliga úr Eysturoynni ...!

Hoyr samrøðuna við Eyðfinn Magnussen. 

Les um brúnu rottuna.