University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
"Hvar eru fakfólkini í samfelagskjakinum".
30.10.2011
Føroyamálsdeildin Náttúruvísindadeildin Námsvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin

"Hvar eru fakfólkini í samfelagskjakinum".

Komandi hóskvøld 3. november 2011 skipar Fróðskaparsetur Føroya fyri Seturskjaki


Evnið hetta kvøldið er "Hvar eru fakfólkini í samfelagskjakinum".

Tiltakið verður skipað soleiðis, at fyrst fara Annika Sølvará frá Granskingarráðnum og Eyðun Joensen sálarfrøðingur at hava hvør sítt upplegg um evnið. Eftir hetta verður so kjak, har eisini eitt panel er sett. Tey, sum sita í panelinum eru Niels Uni Dam fjølmiðlaserfrøðingur og frá Setrinum Gestur Hovgaard PhD og lektari og Malan Marnersdóttir professari í bókmentum.

Vónandi verða nógvir áhoyrarar til tiltakið og er ætlanin eisini, at tey luttaka í kjakinum, sum verður stýrt av orðstýrara.

Tiltakið verður í hølunum hjá Fróðskaparsetri Føroya í Jónas Broncks gøtu 25, veghæddin, hóskvøldið 3. november 2011 kl. 19.30


Seturskjakið er alment tiltak har øll eru hjartaliga vælkomin.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast