Holger Arnbjerg
08.01.2014
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Hvar taka føroyingar hægri útbúgving?

Eitt yvirlit frá Studna yvir, hvar føroyingar lesa.


Sambært tølunum hjá Studna vóru í minsta lagi 2528 føroyingar undir hægri lestri í skúlaárinum 2012/2013.

Tølini frá 2012/2013 vísa at 52,4% lesa í Danmark, 39% í Føroyum og 8,6% aðrastaðni í heiminum. Hesi tøl kunnu samanberast við tølini frá 2010/2011, har 48,7% lósu í Danmark, 41,4% í Føroyum og 9,9% í øðrum londum.

Sí yvirlit frá tíðarskeiðnum 2004/2005 til 2012/2013.

 

Foroyingar_a_haegri_utbugvingum.pdf