27.04.2023
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Hvar tramin skal ð'ið standa?

Vit vita tað øll: Ein tekstur kann vera so skilagóður, sum hann vera vil, men standa ð'ini ikki har, ið tey skulu, so missir teksturin sítt trúvirði, og øll tosa ð'ini, heldur enn um frálíka innihaldið í tekstinum

Tað fara vit nú at gera nakað við.

Mikudagin 10. mai bjóða vit lesandi á Setrinum at koma á Ð-verkstað, har Lena Reinert á Føroyamálsdeildini fer at læra okkum, hvussu vit seta ð'ini rætt. Har eru nógvar snildir, sum eru lættar at læra og minnast, og sum gera rættstavingina ómakaleysa.

Kom við og fá tamarhald á ð'inum!

Heiti: Verkstaður um Ð v/Lenu Reinert

Tíð: mikudagin 10. mai kl. 13.00-15.30

Stað: Loftsstovan á Føroyamálsdeildini, V. U. Hammershaimbs gøta 22

Havið teldu ella teldil við.

Kaffi og okkurt søtt verður at fáa meðan tiltakið er.

Einans 15 pláss eru at byrja við, so tað ræður um at skunda sær at tekna seg.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Ráði teirra lesandi og kann gerast við at trýsta á her

Vit síggjast 😊