University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
"Hvat er ein mynd?"
30.03.2009

"Hvat er ein mynd?"

Týskvøldið tann 31. mars kl. 19.00 verður fyrilestur við heitinum: "Hvat er ein mynd?" í Listasavninum.


Tvey høvuðástøði um myndir í 20. øld eru: illusjónsástøðið og semiotiska myndaástøðið. Sambært Ernst Gombrich, er ein mynd eini ráð at skapa eina illusjón um lutin, sum verður avmyndaður. Gombrich hevur lýst hesa hugsan um myndir sum gykl í bókini Art and Illusion frá 1959. Semiotiskt myndaástøði sigur, at ein mynd er eitt tekn eins og málsligu teknini, sum vit nýta, tá ið vit tosa. Semiotiska ástøði um myndir hevur kanadiski heimspekingurin Nelson Goodman skrivað um í bókini The Languages of Art, sum kom út í 1969.


Við støði í fýra greiðum dømum um høpi, har vit nýta orðið "mynd", fer fyrilesturin bæði at venda sær frá illusjónsástøðinum og semiotiska myndaástøðinum.


Peter Widell er í løtuni gestalærari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast