Jóan Pauli Joensen
10.02.2009
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Hvat er meira Klaksvíkar søga í trimum bindum ella ein vegastubbi?

Eitt sindur um føroyska søgufrøðiliga gransking síðani 1975 Samanumtikið so er tað ikki heilt lítið, sum er komið burtur úr bæði undirvísing og gransking á Søgu- og samfelagsdeildini, tey ár hon hevur verið.


Lotur akademikari við mønubruna

Tað er bert á  SSD at granskað verður í søgu og samfelagsviðurskiftum, og tað er
eitt stórt ynski hjá ungum at sleppa at lesa á hesi deild, sum altíð hevur havt dupult so mangar umsøkjarar sum pláss er fyri.  Tað verður sjálvandi eisini granskað og undirvíst á hinum deildunum, men hesa ferð snýr henda lýsingin seg bert um SSD.

 

Fyrigevið at eg eri so ósmæðin, at eg byrji við mínum egnu royndum. Longu í 1970 fekk eg sum studentur arbeiði sum skrivari í eini nevnd, sum varð rópt Tjóðlívsnevndin, og sum hevði til uppgávu at skipa fyri innsavning av munnbornum fólkalívstilfari fyri Fróðskaparsetrið, sum tá hevði fá ár á baki. Eg hevði verið uppi í innsavning nøkur ár frammanundan saman við øðrum føroyskum studentum. Árið eftir vildi tað verða 100 ár síðani føroysku sluppfiskiskapurin byrjaði, tí var tað natúrligt at ein tann fyrsta verkætlanin kom at verða um lívið umborð á sluppunum. Eg fór tí undir hesa verkætlan longu í 1970. Árið eftir skipaði eg fyri einari framsýning á Burstatanga. Framsýningin var í einum skúri meðan sluppin Westward Ho lá við síðuna av alla ólavsøkuna og væl aftaná. Sørvingar keyptu seinni skúrin til egningarskúrð. Tann 19, desember 1975 vardi eg doktararitgerð mína um Færøske sluppfiskere við Universitetið í Lund. Eg var tá 30 ára gamal, og varð tað hildið at vera sera ungur aldur hjá einum disputerandi. Eg var sjálvandi bæði fegin, erpin og eyðmjúkur um, at tað var eydnast mær at koma so langt. Eg kendi meg væl, millum øll tey fólkini sum vóru møtt upp til disputatiónina. Undan tað vóru tað bert fáir føroyingar, sum høvdu vunnið sær doktaraheiti yvirhøvur.

 

Kenslan varð eitt sindur øðrvísi, tá eg stutt eftir kom til Føroyar, longu tá eg setti meg í flogfarið var eg eitt sindur lotur um mín nýggja samleika. Tað vísti seg, at onkur av mínum starvsfeløgum á Fornminnissavninum hevði sett eina mynd av mær í bløðini. Eg helt lágan profil og royndi at latast sum einki, at eg kreyp framvið húsaveggjunum er kanska nóg nógv sagt, men eg kendi á mær, at tað var sum eg hevði gjørt nakað, sum ikki rættiliga hoyrdi heima í Føroyum við fiskimonnum, útróðrarmonnum og øllum teimum, sum høvdu pissað í saltan sjógv. Tað kundi eg ikki siga at eg hevði. Eingin gjørdi seg tíbetur stórvegis inn á meg, og onkur segði seg eisini at hava keypt sluppbókina. Kanska var tað tí, at eg einar tveir mánaðar eftir at eg var komin heim varð innlagdur til kanningar fyri ryggin á Landssjúkrahúsinum, at bæði eg og onnur skjótt gloymdi hetta við doktaraheitinum, tí undir kanningini fekk eg kolibakteriur inn á mønina, sum førdi til álvarssaman mønubuna – meningittis, sum mundi tikið lívið av mær. Tað gjørdi, at eg ikki eins og onnur várið 1976 kom at verða krýndur við laurberkransi í Lunds Dómkirku, tí eg ikki slapp av sjúkrahúsinum. Tað hevði kortini einki at siga í mun til at bjarga lívinum.

 

Søgan hjá sluppfiskimonnunum

Nú 33 ár aftaná dugi eg ikki at síggja nakra orsøk til at verða lotur yvir at vera akademikari ella at arbeiða við føroyskari søgu og mentan, ikki minst tí eg havi gjørt alla mína gransking í neyvum samstarvi við tann vanliga føroyingin í bygd og í bý. Tá eg arbeiddi við verkætlanini um sluppfiskimenninar, hevði eg í samfull 3 ár samband við eini 200 eldri fiskimenn. Summar hevði eg tikið uppá band og aðrir høvdu svarað mær skrivliga, antin sjálvir ella við at fáa onkrar næstringar at føra pennin. Tað var ikki nóg mikið at spyrja eina ferð, men í flestu førum mátti tað gerast fleiri ferðir, til eg helt meg hava fingið nóg mikið av upplýsingum at byggja á.

 

Hetta var eitt stórt tilfar og tað tók mær meira enn tvey ár bert at fáa tað skipað, so tað bar til at skriva um tað. Teldan var vist ikki uppfunnin tá. Eg las hvønn stav, sum eg hevði fingið, minnist enn nógv av tí, sum var skrivað av eini gamlari hond, sum hevði hildið á snøri alt lívið. Kanska vóru teir sum hondina áttu ikki fullkønir í staving, men teir dugdu í hesum høpi at brúka sítt móðurmál so væl, at tað var eitt satt njótilsi at lesa. Bondini vóru ikki minni áhugaverd, men tað tók sína tíð at skriva tey út á pappír. So við og við sum eg las, livdi eg meg meira og meira inn í gerandisdagin hjá fiskimonnumun, eg var í andanum umboð hjá teimum, bæði tá tað var góður fiskiskapur, og tá tað var ódnarveður og teir lógu bakk.

 

Enn tann dag í dag kann eg við hvørt halda, at eg veruliga havi verið til skips, so væl livaði eg meg inn í teirra lív. Tað vóru føroyskir fiskimenn, sum fyrst og fremst hjálptu mær at konvertera frásagnir teirra til doktararing og laurberkrans. Tað, sum eg kundi geva teimum afturfyri var gransking, har søga og lív teirra varð sett upp á prent. Ritgerðin varð so væl umtókt bæði í Føroyum og uttanfyri Føroyar, at hon straks varð útseld, og eitt nýtt upplag fór sama veg. Bygdamaður mín Jákup í Jákupsstovu, skrivari í Føroya Fiskimannafelag, lá um tað mundið, tá bókin kom út, ógvuliga sjúkur á Landssjúkrahúsinum. Eg minnist at Hans Debes Joensen, landslækni, sama dag sum hann visti at bókin var liðugt prentað, kom til mín fyri at fáa eitt eintak, sum hann vildi lata Jákupi, sum ikki vildi fara av foldum fyrr enn hann fekk lisið bókina um fiskimenninar hjá bygdamanninum. Ein slíkur áhugi rørdi meg djúpt. Jákup fekk lisið bókina og fekk eisini skrivað viðmerkingar í hana. Tað var eisini í sambandi við hesa bók, at eg fekk eitt gott samstarv við Óla Jacobsen, formann í Føroya Fiskimannafelag.

 

Føroyar í slupptíðini

Eg var so heppin at eg í 1976 fekk løn í eitt heilt ár frá Statens Humanistiske Forskningsråd til framhaldandi gransking. Bókin Färöisk folkkultur (1980) kom millum annað burtur úr hesum. Hon varð skrivað á svenskum, og tað hevði danska granskingarráðið at mær fyri, teir vildu at hon skuldi verði komin út á donskum. Bókin kom seinni í eitt sindur broyttum líki út sum Fólk og Mentan (1987).

 

Tá eg var liðugur við lívið umborð fór eg undir at kanna tað sum eisini hendi uppi á landi í hesi tíð, m.a. fiskaarbeiði. Henda granskingarverkætlan fekk heiti Føroyar í slupptíðini og bygdi á eitt stórt spurnablað. Innsavningararbeiði byrjaði í 1978. Tá fekk eg ung fólk við granskingarevni at hjálpa mær at savna inn tilfar um alt landið, tí tað var ógjørligt at gera tað einsamallur. Hesar royndir komu teimum til nyttu seinni. Arbeiðshátturin hesaferð var tann sami, sum tá eg arbeiddi við bókini Færøske sluppfiskere. Tá innsavningin var endað varð innsavnaða tilfarið millum 10.000 og 15.000 blaðsíður. Av hesum er enn bert ein partur brúktur til gransking, har er nógv enn at byrja uppá, eitt nú alt um føroyskan trolfiskiskap.

 

Tað var so heppið, at Føroya Sparikassi, sum hevði hoyrt um verkætlanina, vildi geva fyrstu bókina í verkætlanini út á 150 ára degi sínum. Tað var bókin Fiskafólk, sum kom út í 1982. Tað eru eisini komnar aðrar bøkur og ritgerðir burturúr hesi verkætlan. Tikið var samanum í bókini Fra bonde til fisker, sum í 1987 gav mær dr. phil.-gradina við Aarhus Universitet.

 

Trý fólk vóru til at meta um gransking mína, ein av hesum var Hans Jacob Debes, lektari, sum í 1984 sjálvur varð vorðin dr. phil. við Háskola Islands við støði í frálíku ritgerðini um tjóðskaparrørsluna “Nu er tann stundin..” Hann varð tilnevndur sum 1. opponentur ella 1. andmælingur. Andmæli hansara var nágreiniligt, vitandi og relevant, men eisini við meira enn einum farra av tí bítandi eleganta speisemi, sum eyðkendi hann, tá hann var sum best. Eg helt meg standa meg væl, men eg var eisini erpin av avrikinum hjá starvsfelaga mínum.

 

Ì mínum heimi er gransking ikki gransking fyrr enn úrslitini eru komin upp á prent, so tey kunnu liva sítt egna lív, eisini saman við øðrum granskarum.

 

Fróðskaparsetrið i 1987

Í 1987 hevði Fróðskaparsetur Føroya fingið eina nýggja lóg, har stýrisskipanin skuldi verða demokratisk og byggja á kollegialar meginreglur, soleiðis at øll leiðandi størv vóru vald av teimum sum høvdu starv á setrinum. Tá eins og nú, vóru stórar ætlanir settar út í kortið, nógv størri enn tær, sum setrið hevur havt tey seinastu tvey árini. Nú skuldi tað umframt í føroyskum, gudfrøði og náttúrufrøði, matfrøði eisini granskast í føroyskari søgu, føroyskari mentan og øllum tí føroyska samfelagnum.

 

Hans Jacob Debes varð settur í starv sum lektari, ein samfelagsfrøðingur Jógvan Mørkøre varð seinni eisini settur. Hans Jacob Debes og eg vóru í 1990 tilnevndir professarar í ávikavist søgu og siðsøgu, og fólkalívsfrøði. Gudfrøðideildin, sum hevði verið í nøkur ár, varð av praktiskum orsøkum løgd saman við Søgudeildini. Áðrenn kreppan kom sá alt ljóst út, men við kreppuni sum varð almenn í 1992 steðgaði alt upp. Setrið varð sett fleiri ár aftur í tíðina. Gudfrøðiútbúgvingin og ætlaða útbúgvingin í matverkfrøði varð avtikin. Einki av hesum er komið aftur. Søga og samfelagsfrøði var sligið saman í eina deild Søgu- og samfelagsdeildin. Fasta manningin á Søgu- og samfelagsdeildini hevur í mong Harrans ár verið 4 fólk í vísindaligum størvum. Kortini hevur tað eydnast hesi deild, sum bert hevur tikið upp triðja hvørt ár ella har á leið, at ført eitt stórt tal av studentum upp í próvtøku í øllum frá 1 ára samfelagsligum útbúgvingum, til bachelor- og masterútbúgvingar bæði í stjórnmálafrøði og søgu. Fýra hava lokið Ph.D. útbúgving við deildina. Við øll onnur universitet í norðurlondum vildu tey hildið at hetta var ógjørligt á eini so lítlari deild.

 

Gransking sum “one man show”

Ein stórur partur av allari søguligari gransking í Føroyum hesi seinastu 30 árini er framd av einstøkum fólkum, sum hava sitið fyri seg sjálvan og granskað. Tað kann fyri ein stóran part sigast um mína egnu gransking og ta gransking sum hendi í 1980-árunum og í 1990-árunum. Øll granskingin hjá Hans Jacob Debes, bæði doktararitgerðin og Føroya søga og annað, sum hann hevur latið úr hondum, er eins-manns-gransking. Tað sama kann sigast um tað stóru og drúgvu kirkjusøguliga ritgerðin hjá Petur Martin Rasmussen Den færøske sprogrejsning med særlig henblik på kampen om færøsk som kirkesprog i national og partipolitisk belysning, sum hann vardi við Lunds Universitet í 1987. Petur Martin Rasmussen var lektari á Gudfrøðideildini, seinni Søgu- og samfelagsdeildini í mong ár, til hann aftur fór at virka sum prestur.

 

Vit kunnu halda áfram. Jákup Thorteinsson, sum hevði verið kandidatstipendiatur á Fróðskaparsetrinum vardi í 1997 dr. phil. ritgerð sína Et Færø som Færø. Studier i Færøernes forfatningsmæssige stilling i forhold til Danmark 1834-1852. Ein drúgv, tung og seriøs ritgerð av klassiskum slag.

 

Eyðun Andreasssen er ikki á Søgu- og samfelagsdeildini, men er professari í skaldskapi á manna munni á Føroyamálsdeildini, men nógv av hansara gransking hoyrir at tí søguliga og samfelagsliga, ikki minst doktararitgerð hansara Folkelig offentlighed. En undersøgelse af kulturelle former på Færøerne i 100 år, sum hann vardi við Københavns universitet í 1992. Her leggur Eyðun Andreassen m.a. fram eitt nýtt hugtak folkelig offentlighed ella fólksligt almenni, sum eitt nýtt granskingarligt amboð, sum hevur fingið stóra undirtøku millum granskarar, tað er ein nýhugsan í mun til hugtakið borgarligt almenni, sum Malan Marnersdóttir við skynsemi hevur nýtt í parti av gransking síni, sum eisini er kvinnusøgulig gransking.

 

Elin Súsanna Jacobsen, sum er tann fyrsti kandidaturin á Søgu- og samfelagsdeildini, var so heppin at fáa eitt granskingarstipendium, sum Rúsdrekka og Narkotikaráðið veitti setrinum. Ph.D. ritgerð hennara Rúsdrekka, siðir og ósiðir varð vard við Aarhus Universitet í 1995, men eisini hon arbeiddi í einingi, eins og Jóannes Dalsgaard. Kanska var tað ikki upprunaliga hugsað sum ein doktararitgerð, men bókin hjá Jóannes Dalsgaard, landsskjalavørði, um fakfelagsrørsluna á Tvøroyri. Bókin Fylking hevði so nógvar dygdir, at hon væl og virðiliga varð góðtikin til verju sum Ph.D.-ritgerð í 1997.

 

Granskingarsamstarv

Tað sum hendi seinast í 1990-árunum var, at tað var við at renna saman til eitt veruligt søguligt granskingarumhvørvi í Føroyum. Í 1999 fekk ein granskarabólkur við Andras Mortensen sum leiðara fleiri milliónir frá danska granskingarráðnum til verkætlanina: Føroyar. Traditión og modernitetur. Hetta gav møguleika til at fara undir eina miðvísa gransking. Sett var eitt felagsmál hjá øllum, og sjálvt um tey flestu høvdu sítt egna, so hoyrdi tað til eitt størri høpi. Skipað varð fyri felags granskingarfundum, har hvør legði sítt fram, og fekk tað viðgjørt. Verkætlanin, sum ikki er liðug enn, skal enda í einum stórum søguligum verki um Føroyar. Àvegis eru bæði Ph.D- ritgerðir, vanligar vísindaligar bøkur, og fleiri vísindaligar greinir í tíðarritum, sum ikki skulu verða umrøddar her, komnar út. Tað ber ikki til at viðgera allar út í æsir, men talan er um eitt rættiliga stórt søguvísindaligt hál, innan fyri eitt stutt áramál.

 

Tann fyrsta ritgerðin í hesum sambandi er tann monumentala ritgerðin hjá Andras Mortensen Hin føroyski róðrabáturin, sum kom út í 2000 og vard við Fróðskaparsetrið sama ár. Henda bók kemur at standa sum ein varði um føroyskar sjómentir inn í alla framtíð.

 

Næsta ritgerðin í verkætlanini var Lossingarmenn í Havn sum Erland Viberg Joensen vardi við Fróðskaparsetri í 2003. Við hesi bók hava ikki bert lossingarmenn í Havn fingið sína søgu, men Erland Viberg Joensen hevur eisini latið úr hondum eina frálíka etnologiska lýsing við víðum perspektivum út í tann stóra heim. Í hesum sambandi skal eisini verða nevnt at bókaverkið hjá Óla Olsen: Sigling og útbúgving I-og II (2003 og 2004) hoyra við til hesa verkætlan.

 

Heilsusøgan hevur eisini fingið eitt gott íkast innanfyri karmarnar av verkætlanini Føroyar Traditión og modernitetur. Her skal fyrst verða nevnd dr. polit.-ritgerðin hjá Beintu í Jákupsstovu, Kunnskap og makt. Færøysk helsepolitikk gjenom 150 år sum varð vard við Universitetet i Bergen í 2003 og prentað í 2006. Bókin Slóðir í heilsuverksøguni, sum Elin Súsanna Jacobsen hevur skrivað, kom út í 2004, er ein nýggjur og fyrr óskrivaður partur av føroyskari heilsusøgu. Bókin hjá Jóan Paula Joensen I ærlige brudefolk. Bryllupsskikke på Færøerne, sum kom út í 2003 á forlagnum hjá Københavns Universitet, er eisini komin sum úrslit av somu verkætlan. Sum fyribils seinasta urt av verkætlanina kemur til várs út bókin Pilotwhaling in The Faroe Islands. History. Ethnograpy. Symbols eftir sama høvundi.

 

Kommunugransking, ungdómsgransking og “Grounded theory”

Beinta í Jákupsstovu, sum í mong ár hevur verið uttanseturslærari, lektaravikarur og granskari á Søgu- og samfelagsdeildini hevur saman við øðrum lagt lunnar undir ein nýggjan tátt í føroyskari samfelagsgransking, nevniliga kommunugransking, sum lýst í bókini Kommunalpolitikkur, sum kom út í 2008.

 

Firouz Gaini hevur eisini brotið burtur úr nýggjum í føroyskari mentanargransking við Ph.D.-ritgerð síni Ungdómur, mentan og seinmodernitetur í Føroyum í 2007. Prentað í 2008. Firouz Gaini hevur verið granskingarstipendiatur á Søgu- og samfelagsdeildini.

 

Ólavur Christiansen, adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini er búskaparfrøðingur. Hann vardi í november 2007 Ph.D-.ritgerð sína, sum hevur heitið ”Opportunizing: How companies create, identify, seize and exploit situations to sustain their survival or growth. An orthodox grounded theory approach”. Ritgerðin kemur væntandi út í bók í næstum, so fleiri kunna seta seg inn í tað vísindaliga háttalagið, sum er nevnt ”Grounded theory” og sum Ólavur Christiansen er so nógv ávirkaður av.

 

Onnur gransking framd av professionellum søgufrøðingum

Tórshavnar býráð hevur sett tveir søgufrøðingar, Jens Paula Nolsøe og Kára Jespersen, til at skriva Havnar Søgu. Tvey bind eru útkomin (2004) og fleiri eru væntandi. Eisini Klaksvíkar kommuna hevur sett ein søgufrøðing at skriva Klaksvíkar Søgu. 1. bind kom út í 2008. Høvundurin Hans Andrias Sølvará hevur eisini skrivað stóran part av Løgtingssøguni, sum kom út fyri fáum árum síðani, eins og hann hevur skrivað bókina Adressumálið - Donsk-føroysk viðurskifti undir fyrra heimsbardaga (2007). Hans Andrias Sølvará var millum tey fyrstu, sum fingnu bachelorútbúgving í søgu á Fróðskaparsetrinum, og hevur hann í mong ár undirvíst í vísindaástøði og søguvísindaligum arbeiðslag á Søgu- og samfelagsdeildini. Eisini Anja Andreassen, sum hevur skrivað søguna hjá sambandsflokkinum Sambandsflokkurin í 100 ár, sum kom út í 2006, er kandidatur í søgu frá Søgu- og samfelagsdeildini.

 

Sjálvt um tíðin gongur kemur framtíðin ikki av sær sjálvum

Tað hevur grógvið um gangandi fót, og nústani hevur Søgu- og samfelagsdeildin fingið hóskandi høli og umstøður at arbeiða undir, og tað er eingin ivi um, at henda deild á Fróðskaparsetrinum saman við Granskingardeplinum fyri samfelagsmenning kann koma at fáa ómetaliga nógv at siga í framtíðini, bæði tá tað snýr seg um útbúgvingar og gransking innan samfelagssøgu og stjórnmálafrøði. Tað var meðan Jógvan á Lakjuni var landstýrismaður í mentamálum, at deildin fekk hóskandi høli, bæði til undirvísing og lærarar, soleiðis at hon fekk tær fysisku umstøðurnar fyri menning. Tað er nú eina ferð so, at tað bert er Søgu- og samfelagsdeildin, sum hevur sum uppgávu og endamál at granska í føroyskari søgu og samfelagsviðurskiftum, og tað er eitt stórt ynski hjá ungum at sleppa at lesa á hesi deild, sum altíð hevur havt dupult so mangar umsøkjarar sum pláss er fyri. Her má vit og skil ráða og teir sum øllum valda í hesum landi eiga at kenna sína vitjunartíð, og ikki lata nakað, sum er gott, fara fyri skeytið, og eg kann taka undir við tí sum var sagt í morgunlestrinum 10. februar 2009: “Tann í byrja í tykkum hevur ein góðan gerning, hann fullføri hann til Jesu Kristi dag.”

 

Hetta er ikki skrivað út frá mínum eginleika sum rektara á Fróðskaparsetrinum, men er eitt íkast um føroyska granskingarsøgu. Tíverri er tað so, at mínar royndir í Føroyum tey seinastu 30 árini, tá tað um gransking og mentanarmenning ræður, hava vit arbeitt við málum og visjónum, sum ongantíð verða til nakað, tí teir sum peningin skulu játta, hava rist á hondunum og eru dottin í ta grøv, sum er, altíð at velja tað kenda, og ofta í roynd og veru longu farandi, uttan at duga velja tað, sum upp á longri sikt hevur møguleika at skapa framburð í hesum landi. Tað ræður um at vera uppá forkant við tíðina, tí framtíðin kemur ikki av sær sjálvum, sjálvt um tíðin gongur.