05.03.2017
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Hví etur havhestur plast?

Fyrilestur á Torradøgunum: Hvussu nógv plast hevur havhestur í sær, og hví etur hann plast?


Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur á Náttúruvísindadeildini, hevur fyrilestur á Torradøgunum 16. februar kl 19:00, í miðhøllini á Skúlatrøð í Klaksvík. 

Greitt verður frá kendum og hugsandi vandum, ið kunnu standast av, at djór eta plast og hvørja ávirkan hetta kann hava á tey, ið eta hesi djór. Til seinast verður greitt frá, hví havhesturin etur plast.

Framløgan verður um, hvussu dálking av plasti skaðar ymisk djór í sjónum. Hugt verður eftir, hvussu nógv plast havhesturin í Norðsjónum og um okkara leiðir hevur í maganum. 

Skrá fyri Torradagar sæst her.

 

 

Samband: Jóhannis Danielsen