25.01.2010
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Hví fekk William ikki nobelvirðislønina?

Nobeltaparar - Bók um tey, sum ikki fingu virðisløn Nobels fyri bókmentir.


 
Á Aarhus Universitetsforlag er bók komin út eftir Aage Jørgensen um danskar høvundar, sum ikki fingu bókamentavirðislønina hjá Nobel. Teirra millum er William Heinesen.


Bókin lýsir, hvat fór fram handan leiktjøldini, tá ið 13 danskir høvundar frá 1903 til 1958 vóru í uppskoti at fáa nobelvirðislønina fyri bókmentir, men fingu hana ikki.


Skjøl í málunum verða givin leys eftir 50 árum, og tí hevur borið til at kanna arbeiðið hjá nobelnevndini til 1958.


Í støðum eru grundgevingarnar skelkandi, eitt nú fyri hví Georg Brandes og Karen Blixen ikki fingu virðislønina.


Tjóðskapur, skaldskapur, vísindalig og bókmentalig dygd hava verið ymiskt fatað og ymiskt mett í tíðarskeiðinum, hóast nevndin altíð hevur víst til høvuðskravið hjá Alfred Nobel um, at virðislønin skuldi latast tí høvundinum, sum í farna ári hevði gagnað mannaættini mest í ”idealisk riktning” uttan mun til, hvørjum landi høvundurin var úr.


Umframt tey, sum vórðu skotin upp at fáa nobelvirðislønina, hevur Aage Jørgensen í eftirmæli lýst nøkur av teimum, sum talan var um at skjóta upp, men sum kortini ikki vóru tað.


Graml var leingi um, at William Heinesen hevði borið seg undan virðislønini. At tað var satt fekst vissa fyri á framsýningini í Norðurlandahúsinum í 2000 við skjølum og brøvum hjá Williami Heinesen. M.a. var bræv til nobelnevndina sýnt fram, har William svaraði til tíðindi hann hevði frætt um, at hann skuldi vera skotin upp:

 

 

Sagen er den, at man ved at tildele en danskskrivende færing prisen ikke vilde kunne undgå at desavourere det ejendommelige og beundringsværdige fænomen, der hedder færøsk litteratur.

Til Artur Lundkvist 15.10.1977. William Heinesen-framsýning í Norðurlandahúsinum januar 2000.

 

Aage Jørgensen greiðir frá, at svenski høvundurin og limurin í nobelnevndini Artur Lundkvist í 1978 í samrøðu við Rolf Bagger í Berlingaranum hevði nevnt, at William Heinesen hevði borið seg undan virðislønini, tí tað kundi skerpa málstríðið og mótsetningarnar í Føroyum.

Dánjal Nolsøe, landsrættarsakførari, var skelkaður av hesum og vendi sær til Fróðskaparsetrið, sum fekk eina lýsing av ritverki Williams og týdningi tess til vegar.

Aage Jørgensen heldur, at tað var ivaleyst Ole Jacobsen, amanuensis á Nordisk institut á universitet¬inum í Keypmannahavn og vágbingur, sum skrivaði lýsingina. Frágreiðingin endar við orðunum “Der kan næppe tænkes et forfatterskab, der er mere egnet til Nobelprisen for Litteratur”.

 

Í Stockholm varð lýsingin fatað sum eitt tilmæli, skrivar Aage Jørgensen. Hann leggur afturat, at tað er ikki vist, at hetta er fyrstu ferð William Heinesen var í uppskoti. Í hvussu er skrivar hann, at tá William Heinesen í 1987 fekk norðurlendsku virðislønina hjá svenska akademinum, var talan um ein eykavinning.


Aage Jørgensen hevur undirvíst á Aarhus universiteti og verið lektari á Langkær Gymnasium. Hann hevur skrivað ritskráir um danskar høvundar og um William Heinesen. Hann hevur skrivað og ritstjórnað hópin av tíðarritum, bókum og greinum.


Aage Jørgensen Nærved og næsten. Danske Nobelpristabere fra Brandes til Blixen – en dokumentation. Aarhus Universitetsforlag 2010.