University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Hvørja støðu hava føroyingar til javnstøðu millum kvinnur og menn
20.04.2012
Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning Søgu- og samfelagsdeildin

Hvørja støðu hava føroyingar til javnstøðu millum kvinnur og menn

Hvørja støðu hava føroyingar til javnstøðu millum kvinnur og menn í Føroyum - hetta er heitið á frágreiðing, sum byggir á eina spurnakanning millum 655 føroyingar, og sum júst er almannakunngjørd.


Í kanningini verður m.a. komið inn á javnstøðu millum kynini í sambandi við heimið, arbeiðsmarknaðin, nevndir og leiðslu, lønarviðurskifti, pensjón, býti av barnsburðarfarloyvi, politikk og útbúgvingarskipan. Haraftrat verður spurt, um myndugleikar eiga at lóggeva og seta ítøkilig tiltøk í verk fyri at betra um javnstøðuna.

Kanningin vísir m.a., at meirilutin av føroyingum er ímóti at lóggeva um javnstøðu. 39% av monnunum og 17% av kvinnunum halda ikki javnstøðu vera nakran trupulleika í Føroyum. Sambært kvinnunum eru lønarmunurin millum kynini, lága kvinnuumboðanin í nevndum og ovastu leiðslu í vinnulívinum og í politikki størstu javnstøðutrupulleikarnir. Hvørki menn ella kvinnur halda tað vera ein stórvegis javnstøðutrupulleika, at menn ikki verða útbúnir eins nógv og kvinnur. Hesin hugburður eigur at vekja ans, tí formaliserað vitan, útbúgving og førleikar eru avgerandi fyri, hvussu vit sum einstaklingar og samfelag fara at klára okkum í einum støðugt meira globaliseraðum heimi.

Javnstøðunevndin hevur tikið stig til og fíggjað kanningina. Karin Jóhanna L. Knudsen frá Granskingardeplinum fyri samfelagsmenning hevur staðið fyri kanningararbeiðinum og skrivað frágreiðiningina. Dátuinnsavningin fór fram í november og desember 2011.

Frágreiðingin kann lesast her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Bárður Á Lakjuni Landsstýrismaður Uttan Fyri Gróthúsini 17062026

    Landsstýrismaðurin kunnað seg um Setrið

  2. Læraralesandi Á Nád 2026 SSP

    Læraralesandi á SSP-degi á Hilton

  3. Pætur Mikal Holm

    Pætur Mikal Holm framfluttur til lektara