University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Hvørji eru fyrstu orðini føroysk børn duga at siga?
14.03.2014
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin

Hvørji eru fyrstu orðini føroysk børn duga at siga?

Hetta verður kannað í ph.d-verkætlan á Føroyamálsdeildini, sum Sissal M. Rasmussen stendur fyri.


Ætlanin er at fáa yvirlit yvir, hvussu føroysk børn mennast málsliga og í hesum sambandi fáa øll foreldur, sum eiga børn, sum eru millum 8 mánaðir og 36 mánaðir og búgva í Føroyum, eitt spurnarblað sendandi í viku 12.

Spurnarblaðið, sum er umsett og tillagað til føroysk viðurskifti, kallast MacArthur-Bates Communicative Development Inventory (CDI). Eitt spurnarblað er til tey smærru børnini, sum kallast Orð og keipur og eitt til tey størru børnini, sum kallast Orð og setningar. Við støði í hesum ber til at gera eina empiriskt grundaða lýsing av, hvussu føroysk børn mennast málsliga. CDI verður brúkt í nógvum øðrum londum og við hesum fer at bera til at samanbera málmenning hjá føroyskum børnum og børnum í øðrum londum.

Fyrra innsavningarumfar var í juni í fjør. Tá  var luttøkan framúr góð og nú 2. umfar av innsavningini fer í gongd, er tað við vónini um, at foreldrini fara at vísa somu vælvild hesa ferð.

Fyri at lesa meira um kanningina trýst her

Onnur leinki:

Norska kanningin

Kanning í New Zealandi

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025