14.04.2014
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Hvussu ávirka vit menniskju plantuvøksturin í føroysku náttúruni?

Anna Maria Fosaa heldur almennan fyrilestur mánakvøldið 14. apríl kl. 19.30 í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini, V. U. Hammershaimbs gøtu 16


Føroyska náttúran er alt ov hart troytt, og tiltøk mugu setast í verk, um framhaldandi missur av lívfrøðiliga margfeldinum skal steðgast. Hetta bleiv staðfest á eini ráðstevnu um lívfrøðiligt margfeldi og lendisnýtslu, sum Fróðskaparsetur Føroya, Náttúrugripasavnið og Búnaðarstovan skipaðu fyri.

 

Í fyrilestri sínum “Hvussu ávirka vit menniskju plantuvøksturin í føroysku náttúruni?” fer Anna Maria Fosaa at varpa ljós á okkara vitan um, hvussu plantumargfeldi er í broyting orsakað av lendisnýtslu, og hvørjar avbjóðingar eru fyri framman, nú heimurin hitnar.

 

Øll eru væl komin!

 

Fróðskaparsetrið og Háskúlin