University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2023-05-24 at 10-16-36 Seturstos - Tónlist.png
28.05.2023
Setrið Føroyamálsdeildin

Hvussu er tað at lesa Tónlist á Setrinum?

Umsóknarfreistin til bachelor í Listaligum arbeiði er nú 1. juni, og her er ein lesandi, Sigmund V. P. Zachariassen, sum greiðir frá, hvussu lestrarlívið er á hesi útbúgvingini

Í samrøðurøðini, Seturstos, sum er í umfari á sosialu miðlunum nú, og sum eisini liggur á youtube, hava vit gjørt samrøður við lesandi á Setrinum frá ymiskum útbúgvingum, so at umsøkjarar kunnu fáa innlit í, hvussu tað í roynd og veru er at taka eina universitetsútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya.

Stóra umsóknarfreistin er 1. juli, men tann eina, bachelor í Listaligum arbeiði, hevur freist ein mánað fyrr, altso 1. juni, tí umsøkjarar skulu eisini lata egin verk inn saman við umsóknini. Á hesi útbúgvingini kanst tú velja millum tónlist og ritlist.

Lesið meira um útbúgvingina her.

Benjamin Petersen, gittaristur, hevur sett seg saman við Sigmundi V. P. Zachariassen á eitt bókasavn fyri at tráðspyrja hann um, hvussu tað er at lesa Tónlist á Setrinum, og hví hann hevur valt júst hesa útbúgvingina. Undir samrøðuni teknar Rannvá H. Glerfoss, sum lesur Ritlist á Setrinum, tað, sum rennur henni til hugs, við at lurta eftir prátinum.

Mong góð gullkorn komu fram undir samrøðuni millum hesar báðar dugnaligu tónleikararnar, og Rannvá fekk eina fína plakat burtur úr prátinum, sum hon eisini blandaði seg uppí.

Hyggið eftir samrøðuni um Tónlist her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum