University of the Faroe Islands
Moodle
Starvsfólk
Setrið
Prof. Tim Birkhead
22.05.2019
Setrið Náttúruvísindadeildin

Hvussu er tað at vera fuglur?

Týskvøldið hin 28. mai kl. 19 verður forkunnugur fyrilestur í Kongshøll við bretska professaranum Tim Birkhead frá universitetinum í Sheffield.

Tim Birkhead hevur ph.d. í lívfrøði og er víðagitin høvundur, vísindamiðlari og granskari í fuglafrøði. Við sínum drúgvu granskingarroyndum og frálíku evnum at miðla gransking á ein viðkomandi hátt gevur hann lesarum og áhoyrarum eitt heilt serstakt innlit í fugl og fuglalív. Ein tann kendasta bókin hjá honum, Bird Sense: What It’s Like to Be a Bird, gjørdist New York Times bestseljari og hevur vunnið fleiri heiðurslønir. Heitið á hesi bók verður eisini yvirskriftin á fyrilestrinum í Kongshøll týskvøldið.

Eldhugin og førleikarnir, ið Tim Birkhead hevur sum vísindafólk og fyrilestrarhaldari, síggjast eitt nú í  einum TED-fyrilestri hansara, og lagt er upp til ein spennandi fyrilestur í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum fyri øll fugla- og vísindaáhugað. Skipað fyri tiltakinum hava Føroya Fróðskaparfelag og Føroya Fuglafrøðifelag.

Fyrilesturin verður á enskum og er ókeypis. Gjørligt verður at keypa bókina Bird Sense aftan á framløguna.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan Í Lon Jacobsen FMD Smílandi

    Minningarorð um góða starvsfelaga okkara Jógvan í Lon Jacobsen, professara

  2. Gróthúsið Á Kvøldi Ogn Jarðfeingi

    Setursskrivstovan sum jarðhitaroyndarstøð

  3. Rekruttering 2026 Tey Fimm Lestrarumboðini

    Umsóknartalið á Setrinum vaksið við meira enn 10 prosentum