25.09.2011
Skriva út

Hvussu kann fjarlestur – læring og útbúgving – fremja menning í fjarskotnum økjum? Avbjóðingar og tilgongdir í Føroyum.

Hetta var heitið á einum symposium, sum var í Norðurlandahúsinum 21. sept. Tað var Distansnetverk NVLs – “Nordisk Distansnätverk med fokus på e-learning” – ið skipaði fyri tiltakinum í sambandi við, at netverkið hevði fund í Føroyum. NVL er stytting fyri “Nordisk Netvärk för Vuxnas Lärande”.


Umleið 70 luttakarar úr øllum landinum og frá ymsum útbúgvingarstovnum og fyritøkum møttu upp til tiltakið hjá Distansnetverkinum um fjarlestur og nýtslu av KT í sambandi við læring, útbúgving og menning í útjaðaraøkjum. Høvuðsfyrilesari var Alastar Creelman, ið samskipar fjarlestur á Linnaeus Universitetinum í Svøríki. Á hugkvekjandi hátt lýsti og greiddi hann luttakarunum frá nýtslu av sosialum miðlum í útbúgvingum, fríum útbúgvingartilfeingi (open educational resources) og óendaligum møguleikum til tess at skapa nýggjar læringsmøguleikar fyri allar borgarar uttan mun til, hvar í verðini tey eru stødd.

Umframt áhugaverdir fyrilestrar og dømi um góða praksis og royndir við fjarlestri í øðrum útjaðaraøkjum í Norðurlondum, varð ljós varpað á royndir, avbjóðingar og møguleikar á hesum øki í Føroyum. Framløgurnar úr Føroyum vístu, at nakað av byrjanarroyndum eru á økinum, sum eru verdar at menna og vaksa um, men at langt er eftir á mál, um fjarlestur skal gerast eitt veruligt útbúgvingartilboð og íkast til at fremja menning í Føroyum. Av beinleiðis veitarum av fjarlestri í Føroyum eru fyritøkan Simprentis, ið hevur ment læringssimulatiónsplatformin OilSim, og Handilsskúlin á Kambsdali, ið bjóðar FHS og HH umvegis fjarlestur. Á Handilsskúlanum í Havn, sum samstarvar við universitetið í Århus, stendur teimum lesandi í boði at taka partar av HD útbúgvingini sum fjarlestur. Á sama hátt er BSc útbúgvingin í KT-verkfrøði á Fróðskaparsetrinum sett saman á tann hátt, at partar av útbúgvingini fara fram umvegis fjarlestur. Fróðskaparsetrið hevur samstarvsavtalu við Mittuniversitetið í Svøríki, ið veitir fjarlesturskeiðini.

Eftir fyrilestrarnar vóru verkstovur, har temaið var: “Frá strategi til íverksetan. Við støði í framløgunum: Hvussu kunnu vit fremja fjarlestur og læring í Føroyum?

Les meira um fjarlesturseminarið og “Nordisk Distansnätverk med fokus på e-learning” á: http://distans.wetpaint.com/