University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Hvussu komi eg víðari við ph.d.-verkætlanini?
11.11.2013
Søgu- og samfelagsdeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin

Hvussu komi eg víðari við ph.d.-verkætlanini?

Hósdagin tann 14. novembur kl. 9-12 verður sprotabólkafundur fyri ph.d.-lesandi og tey, sum hava áhuga í at skriva eina ph.d.


Vegna Vísindamót, íð er felag fyri tey akademisku starvsfólkini á Setrinum, bjóðar Kristianna Hammer øllum ph.d.-lesandi, og teimum sum hava áhuga í at hoyra meira um, hvussu ein ph.d.-verkætlan verður útinnt, at koma á fund tann 14. novembur kl. 9-12 á Jónas Broncks gøtu 25, stovuhædd.
 
Endamálið við sprotabólkinum er at skapa eitt fakligt umhvørvi fyri ph.d-lesandi, m.a. við at skipa fyri ph.d.-skeiðum og veita stuðul til tey, sum ætla sær í gongd við at eina ph.d.-ritgerð. Kristianna Hammer, stigtakari, greiðir soleiðis frá:

“Hugsanin er, at arbeiða individuelt við tykkara verkætlan, við vegleiðing, kritikki og spurdómum o.ø.  Hugsanin er eisini, at vit møtast 3. hvønn mánað.   - Sprotabólkurin er ein opin og frívilligur bólkur, og vit vilja sjálvsagt fegin hoyra hugskot um, hvussu ein slíkur bólkur kann virka frameftir."


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025