University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Heimastýrislógin2.jpg
Brynhild Thomsen
04.03.2020
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Hvussu rúmlig er heimastýrisskipanin?

“Heimastýrisskipanin – høgt til loft og vítt til veggja?" eitur stór ráðstevna, sum Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum skipar fyri í Kongshøll 2. apríl (ÚTSETT)

Á ráðstevnuni fara føroyskir og útlendskir løgfrøðingar at umrøða heimastýrisskipanina úr ymiskum sjónarhornum.

Fyrst verður hennara stjórnarrættarliga støða viðgjørd. Harnæst kemur spurningurin um møguliga endurskoðan av skipanini, ikki minst í sambandi við politiskt aktuellu uttanríkisheimildir Føroya. At enda verður eisini umrøða av, hvørja støðu dómsvaldið eigur at hava í eini heimastýrisskipan.

Tiltakið er alment, og atgongumerki kostar 200 krónur.

Fólk, sum hava hug at luttaka, skulu tekna seg í seinasta lagi mánadagin 30. mars. Tilmelding fer fram her. (ÚTSETT - nærri kunning seinni)

Á skránni eru nógvir spennandi fyrilestrar hjá Halgiri Winther Poulsen, Bárði Larsen, Fredrik Harhoff, Jens Hartig Danielsen, Kristiani Joensen, Ole Spiermann, Friedrich Wieland, Bjørn Kunoy, Markku Suks og Christiani Andreasen.

Lesið meira um skránna her. (ÚTSETT - nærri kunning seinni)

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  2. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  3. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun