10.10.2013
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

IELTS-roynd

IELTS-roynd verður leygardagin 9. november.


9. november 2013 ber til at fara til ensku málroyndina IELTS, ið samsvarar við TOEFL-royndina. IELTS-royndin er ein av góðkendu málroyndunum, sum útlendsk universitet krevja.

Tilmeldingarfreistin er 1. november 2013. Royndin verður í hølum Fróðskaparsetursins í Jónas Broncks gøtu 25 í Havn.

Kunning um tilmelding og fyrireiking v.m. fæst eisini á edu.

Tað ber longu til at tekna seg á netinum. Mann byrjar á heimasíðuni hjá edu. og so verður mann leiddur víðari. 

Tað er eitt gott hugskot at tekna seg so tíðliga sum gjørligt, tí jú fyrr mann teknar seg, tess skjótari fær mann atgongd til eitt ókeypis 30 tíma langt fyrireikingarmodul on-line.                 

Um mann teknar seg, rindar og sendir síni skjøl við telduposti, kann edu. vátta ein í skipanini, og soleiðis kann mann fara í holt við at venja on-line.

Týdningarmikið er tó at hava í huga, at mann skal senda orginalarnar við postinum og teir skulu vera frammi fyri 1. november.

Til seinast er bara at siga, at tað liggur ein ókeypis royndarroynd á heimasíðuni hjá edu. til teirra, ið vilja vita, hvat tey kunnu vænta, áðrenn tey tekna seg.