Náttúruvísindadeildin
25.10.2010
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Ílegugransking og biokunning: Beinagrindsbrek í alifiski lýst við dominantum mutatiónum

Vísindagrein í altjóða tíðarritinum Aquaculture (sept. 2010) um granskingina, sum Hannes Gislason, professari á Náttúruvísindadeildini hevur gjørt í samstarvi við granskarar á Fiskaaling, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Nofima Marin.


Granskingin verður lýst við einum hypotesu-modelli fyri dominantar mutatiónir og stuðlað av røntgen-kanningum av beinagrindsbrekum í sílum, ílegugransking av skyldskapi og ílegu-fjølbroytni av lívfiski, ílegu-ástøði, hagfrøði og biokunning.


Samstarv

Granskingin, sum nú er almannakunngjørd, byrjaði tá Hannes var granskingarleiðari á Fiskaaling. Síðani hann gjørdist professari 1. jan. 2009, hevur Hannes hildið fram við granskingini bæði á Fiskaaling og á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.


Brek í alifiski

Alifiskur eigur at vera bæði sunnur og vælskaptur, men tað er kent í aling og innan aligransking, at ein ávísur brotpartur av fiskinum kann hava brek, og í óhepnum førum kann talan eisini vera um ein stóran brotpart. Brek í beinagrindini á alifiski kunnu viðføra verri trivnað, minni mótstøðuføri ímóti sjúkum og økt felli. Fyri laks og síl eru brek í ryggjageislum mest vanlig og ymiskir umhvørviseginleikar (t.d. hiti í rogna- og yngulfasu, fóður o.a.) kunnu ávirka brekini. Tær grundleggjandi orsøkirnar til brekini hava tó ikki verið væl kendar.

Verkætlan

Verkætlanin byrjaði á Fiskaaling aftan á fráboðanir um álvarslig rivjabeinsbrek í føroyskari sílaaling. Ein genkanning gjørd á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni av sílunum úr einum alibrúki bendi ikki á, at talan var um paring av nær skyldum foreldrafiski, t.v.s. genetiska innannøring, sum kundi avdúka brekini við resessivum mutatiónum. Hetta eru mutatiónir, har avkomið skal hava mutatiónina frá báðum foreldrunum fyri at verða sjúkt.
 
Seinni kannaði Fiskaaling lívfiskin av sílum í samstarvi við Nofima Marin, sum gjørdi røntgenkanningar av sílunum, meðan Fiskaaling gjørdi genkanningar av júst somu sílunum. Røntgenkanningin vísti brek bæði í rivjabeinum og í ryggjageislum, meðan genkanningin av lívfiskinum vísti lítla innannøring.

Vísindalig grein

Í eini vísindaligari grein um úrslitini, sum nýliga er útkomin í tíðarritiðinum Aquaculture, er eitt hypotesu-model gjørt og hagfrøðisliga eftirkannað, sum vísir at brekini helst skyldast dominantum mutatiónum. Hetta eru mutatiónir, har bert annar foreldrafiskurin nýtist at hava brekið, fyri at avkomið eisini kann fáa brekið, men har brekini oftast eru enn meira álvarslig, um avkomið fær mutatiónina frá báðum foreldrunum.

Granskingin kann brúkast til at minka um brek í alifiski, møguliga eisini innan laksa- og toskaaling.

Keldur:
Gislason, H., Karstensen, H., Christiansen, D., Hjelde, K., Helland, S., Bæverfjord, G., 2010.
Rib and vertebral deformities in rainbow trout (Oncorhynchus mykiss) explained by a dominant-mutation mechanism. Aquaculture 309, 86-95. Available online 21 September 2010
dx.doi.org/10.1016/j.aquaculture.2010.09.016

Niðurtøka av vísindaligu greinini krevur hald av tíðarriti. PDF-avrit av greinini kann fáast við at venda sær til Hannes Gislason, fartlf. 214749, hannesg@setur.fo / hannes@fiskaaling.fo.

-  Alitíðindi, okt. 2010. Útgivið av Fiskaaling, 21. oktober 2010. Kann niðurtakast frá www.fiskaaling.fo.