University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
ímillum-fupp-og-fakta.jpg
Anna Katrin Matras
27.09.2018
Setrið

Ímillum fupp og fakta

Sum partur av Vísindavøkuni 2018, sum verður í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 28. september, verður samrøðan millum Magna Mohr og Heina í Skorini á skránni.

Tað finnast ongir sannleikar – bara tulkingar. Soleiðis segði týski heimspekingurin, Friedrich Nietzsche, langt áðrenn tað gjørdist modernað at tosa um fake news, tað post-faktuella samfelagið og ekkorúm í cyberspace. Menniskju hava altíð verið ósamd, og demokratiið snýr seg júst um at liva saman í friði og náðum, hóast vit eru ósamd um lívsins stóru og smáu spurningar. Tú hevur tíni virðir – og eg havi míni. Tú hevur tíni sjónarmið – og eg havi míni. Hinvegin byggir øll okkara útbúgvingarskipan á ta fatan, at vísindi og gransking slóða fyri nýggjari vitan, sum gevur okkum eitt felags grundarlag at standa á. Men er øll vísindi ikki svikalig? Hví skulu vit hava álit á gransking, tá granskarar eisini eru ófullkomin menniskju, sum mangan hava mistikið seg? Finst nakar objektivur sannleiki? Finnast nøkur fakta, sum øll rætthugsandi menniskju eiga at góðtaka?

Fríggjadagin kl. 15.00 fara tveir granskarar á Fróðskaparsetri Føroya, Magni Mohr og Heini í Skorini, at skifta orð um vitan og vísindi í Føroyum anno 2018. Rógvi Olavson, journalistur, fer at halda teir til eldin og prika teir eitt sindur.

Tiltakið byrjar kl. 15 við móttøku við øli og sodavatni frá Føroya Bjór og Ocean Spaghetti frá TARI – Faroe Seaweed.

Síðani verður samrøðan millum Magna Mohr og Heina í Skorini á skránni.

Aftaná hetta verður handan av ársins Miðlaheiðursløn fyri almenna miðling av gransking. Ein dómsnevnd hevur viðgjørt innkomnu uppskotini og mett um, hvør skal hava heiðurin í ár. Saman við heiðursbrævi fær móttakarin 5.000 kr.

Øll eru vælkomin at luttaka á Visindavøku og skráin fyri Vísindavøkuna sæst HER

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. flagg setur (2).jpg

    Fyribils skrá fyri UArctic Congress 2026 og Ocean Connectivity Conference er nú tøk

  2. Fróðskaparsetrið 32

    Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skapa vit góð lívskor fyri ungdómin

  3. Framsíða

    Kampus - ein strategisk íløga í framtíð Føroya