Náttúruvísindadeildin, Knud Simonsen
14.02.2011
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

India nú millum tey fremstu innan sjóvarfalsorku

Indiska landsparta stjórnin í Gujarat hevur undirskrivað sáttmála um eina 50 MW stóra sjóvarfalsstreymorkupark, sum skal verða veitingarklár í ár 2013.


Fyrr í ár skrivaði felagið Atlantis Resources Corporation undir avtalu við Indiska landspartin Gujarat, ið liggur við Arabiska havið, um at byggja eina sjóvarfalsstreymorkupark. Í fyrsta umfarinum er talan um 50 MW, men mett verður, at møguligt er at menna økið upp til 250 MW. Kostnaðurin fyri fyrsta stigið er 165 mió. US$, ella góðar 900 mío. krónir í okkara peningi. Við hesari avtaluni er India nú millum fremstu lond, tá talan er um at gagnnýta sjóvarfalsorku.



Seint í fjør setti Atlantis Resources Corporation eina 1 MW streymturbinu út í Orkneyoyggjunum. Tað verða myllur av hesum slagnum, sum ætlanin er at seta út í India saman við 500 kW turbinum, ið navnframa fyritøkan Rolls Royce mennir. Tað er hesi sløgini av turbinum, sum ætlanin er at brúka í 400 MW stóru MeyGen verkætlanini, sum somu feløgini hava í 'the Inner Sound' í Pentlands økinum. MeyGen er ein av fleiri verkætlanum uppá tilsamans 1.4 GW, sum í oktobur 2010 fingu loyvi frá bretsku mynduleikunum at vinna orku úr sjóvarfallinum í Pentlandsøkinum.



Gujarat landsparturin hevur havt stóran fíggjarliga vøkstur seinastu árini, og er kendur fyri at ganga undan við at brúka varandi orku. Í 2009 góvu teir framleiðsluloyvir til 716 MW av sólorku. Orkufelagið, Gujarat Power, sum keypir orkuna frá bæði sjóvarfals og sólorku verkætlanunum, væntar, at sjóvarfalsorkan verður minst líka kappingarfør sum sólarorkan.



Náttúruvísindadeildin hevur í eina tíð arbeitt við einari verkætlan, sum hevur til endamáls at kortleggja sjóvarfalsorkuna á Landgrunninum. Hesi úrslitini verða vantandi klár seinni í vár.