11.01.2023
Setrið Fróðskapur
Skriva út

Innbjóðing til serútgávu av Fróðskaparriti

Fróðskaparrit kemur út sum serútgáva um náttúru og náttúrufatanir í Føroyum, og evstamark at senda úrtak inn til serútgávuna er 23. januar

Á vári í fjør skipaði Fróðskaparfelagið fyri stórari ráðstevnu í Kongshøll undir heitinum Hvat er náttúra? Náttúra og náttúrufatanir í Føroyum í fortíð, nútíð og framtíð.

Í hesum sambandi er avgerð tikin um at geva út eitt serrit av Fróðskaparriti, Annales Societatis Scientiarum Færoensis, og í gestaritstjórnini sita Tóta Árnadóttir (totaa@setur.fo), Sjúrður Hammer (sjurdurh@us.fo) og Ragnheiður Bogadóttir (ragnheidurb@setur.fo).

Við innbjóðingini nú vónar gestaritstjórnin at fáa greinar til serútgávuna, sum viðgera náttúru og náttúrufatanir í Føroyum gjøgnum tíðina.

Tilmeldingarfreistin at senda úrtak inn er mánadagin 23.januar 2023.

Í innboðingini skrivar ritstjórnin:

Hvussu hevur “náttúra” verið fatað í Føroyum gjøgnum tíðina? Er til dømis munur á “náttúru í Føroyum” og “føroyskari náttúru”? Hvussu eru sambondini millum íbúgvar í Føroyum og teirra biofysiska umhvørvi broytt gjøgnum tíðina, og á hvønn hátt síggjast ymsar fatanir av náttúru aftur í samfelagnum sum heild, í mentanarlívinum og í vísindaligari gransking í ymiskum vísindagreinum? Hvussu verður sambandið við náttúruna fatað í dag, og á hvønn hátt ávirkar hetta ætlanir um at skapa eitt burðardygt samfelag?

Modernaða umhvørvisrørslan tók seg upp í vesturheiminum fyrst í sjeytiárunum og setti ymisk umhvørvismál á breddan í almenna medvitinum: Dálking, minkandi lívfrøðiligt fjølbroytni og sum heild vantandi fyrilit fyri javnvigandi vistskipanum, tá menniskju troyta náttúrutilfeingið kring seg. Men við vaksandi fólkatali á klótuni og fíggjarligum vøkstri sum ráðandi virði eru avbjóðingarnar ikki minkaðar seinnu árini, tvørturímóti. Hátturin, sum menniskju fata, troyta og ávirka sítt umhvørvi, fær alsamt størri avleiðingar, og tí er tað viðkomandi at kanna bæði ítøkiliga umhvørvið, og hvussu tað verður umrøtt og fatað.

Í Føroyum siga vit ofta um okkum sjálv, at vit liva tætt at náttúruni, og náttúra og landslag eiga stóran leiklut í list og bókmentum. Sterkt tilknýti til náttúruna verður drigið fram sum partur av tjóðarsamleikanum og nýtt sum partur av marknaðarføringini av Føroyum úteftir. Eins og aðrastaðni fyllir kjakið um burðardygd alsamt meir í almenna rúminum, men tað vísir seg kortini at ganga striltið at fremja broytingar í verki, eisini í Føroyum, kanska enntá seinni enn í londunum kring okkum. Avbjóðingar við at fáa sett í verk nýggju sokallaðu Náttúrumargfeldislógina, ið skal koma í staðin fyri gomlu Friðingarlógina, er eitt dømi. Mál sum fiskivinnunýskipanin, grøna orkuskiftið, framtíðar landbúnaður og ferðavinna eru onnur dømi um samfelagsmál, ið á ymsan hátt eru heft at spurningum um, hvussu umhvørvið skal troytast, og hvør náttúrufatan ræður.

Freist at senda inn uppskot til greinar, úrtak ("abstrakt"): 23. januar 2023.

Longd á úrtakið: Í mesta lagi 175 orð.

Leinki til innlating er her.

Gestaritstjórnarbólkurin metir úrtøkini, og svar verður sent høvundum í seinasta lagi 15. februar 2023.

Freistin at lata inn greinar: 31. mai 2023.

Greinar skulu vera millum 7-8.000 orð og annars fylgja høvundaleiðbeining hjá Fróðskaparriti, ið sæst her.

Greinar kunnu vera skrivaðar á føroyskum, norðurlendskum ella á enskum máli.

Allar greinar verða uttanhýsis javnlíkamettar.

Góðtiknar greinar verða útgivnar open-access í serriti: Náttúra og náttúrufatanir í Føroyum í fortíð, nútíð og framtíð: Serrit til Fróðskaparrit, Annales Societatis Scientiarum Færoensis.