Innleiðslan fyri 270 nýggjum lesandi endar í kvøld
Síðani 17. august hevur innleiðsla verið fyri 270 nýggjum lesandi á Fróðskaparsetri Føroya
Skráin fyri innleiðsluna til akademiska universitetslesturin hevur verið á tambi við vælkomurøðum, góðum ráðum, praktiskari kunning og sosialari samansjóðing.
Innleiðslan hevur verið felags fyri øll, men eisini lokalt á deildunum og á einstøku útbúgvingunum, sum nú hava lagt frá landi við nýggjari manning.
Tey lesandi skulu seta seg inn í nógv nýtt í senn. Nýggj fólk, nýtt fakligt umhvørvi og nýggjar skipanir av øllum møguligum slagi skulu lærast, og tí verður lagt nógv fyri at geva teimum nýggju lesandi so góða og holla byrjan sum møguligt. Og nærvera og samvera hevur serstakliga nógv at siga í longdini, tá ið tað ræður um at halda fast í lestrinum og ikki at gevast, tá avbjóðingar eru. Tí fáa tey nýggju lesandi eisini kunning um tær stuðulsskipanir, sum Setrið hevur við lestrarvegleiðing og øðrum tænastum, sum eru til taks, tá tørvurin vísir seg.


Umleið 200 bachelorar, 50 masterlesandi og 20, sum taka hjánám ella parttíðarlestur, eru nú farin til verka sum lesandi

Innleiðslan byrjaði mánamorgunin í síðstu viku við stórum felags tiltaki í Kongshøll, har spírarnir fingu lestrarkort, nøkur góð orð og tónleik við á vegnum, umframt eitt innkeypsnet og vatn frá Føroya Bjór. Betri stuðlar eisini innleiðsluni, eins og Ráð Teirra Lesandi á Setrinum



Martin Tvede Zacharisen, rektari, greiddi í fyrstu røðu síni teimum lesandi frá útbúgvingum, sum eru grundaðar á gransking. Her endurgav hann danska astrofysikaran, Anju C. Andersen, sum so beinrakið einaferð segði, at "viden er fandeme ikke et synspunkt!"
Eisini tosaði rektarin um tað týdningarmikla lestrarumhvørvið, sum vónandi í lestrartíðini hjá hesum nýggju verður bøtt og víðkað við nýggja kampusbygninginum. Rektarin segði somuleiðis nøkur orð um altjóðagerð og um komandi Erasmus+-atlimaskapin, sum fer at geva teimum lesandi góðar møguleikar at fara skiftislestur uttanlands, umframt at altjóða lesandi kunnu koma at gerast partur av lestrarhópinum á Setrinum.
Áðrenn rektarin takkaði fyri seg, bað hann tey lesandi um vælsignað at halda fast í dreymum sínum.
- Eg vóni, at vit saman kunnu skapa eitt lærdómsumhvørvi, sum stuðlar undir allar liðir í lestrarlívinum - fakliga sum sosialt. Og minnist samstundis til at halda fast í dreymum og forvitni tykkara! Dreymar kunnu - eins og trúgv - flyta fjøll, og dreymar eru ein drívmegi, sum ikki skal undirmetast. Dreymar kunnu broytast á leiðini - men minnist til at droyma!, segði Martin m.a.

Tá dugnaliga Guðrið Hansdóttir hevði spælt og sungið tvey góð løg, fekk Torkil Tórgarð, sum er stjóri á Føroya Fólkaháskúla høvi at halda gestarøðu. Røða hansara er endurgivin í fullari longd undir myndunum báðum:


Góðu tit, sum í dag byrja tykkara lestur.
Í dag byrjar ein nýggj tíð í tykkara lívi. Ein nýggjur gerandisdagur við fyrilestrum, fyrireiking, lestri, skriving, uppgávum, deadline’um – og eisini einari rúgvu av undran.
Tit fara nú inn í ein heim, har tit fáa innlit í alskyns vitanarkeldur. Tit fara at læra um granskingarháttaløg, vísindaligar siðvenjur og um, hvussu vit kunnu kanna og skilja veruleikan.
Men tað, sum er mest áhugavert við at byrja at lesa, er ikki bert alt tað nýggja, tit fara at læra. Tað er tað, sum hendir við tykkum, ímeðan tit læra.
Tí eitt er heilt vist: Tit fara at byrja at síggja heimin við nýggjum eygum. Tit fara at fata, at tað, sum í fyrstu atløgu sær einfalt út, ofta er nógv meira samansett. Tit fara at uppdaga, at tað, sum tit hildu tykkum vita, kann fáa tykkum at ivast. Og tit fara at uppdaga, at tað næstan ongantíð finst eitt einfalt svar. Har eru nærum altíð fleiri síður av einari søk.
Og kanska ein av týdningarmestu lærdómunum, tit fara at fáa meðan tit lesa, er at ein aldrin verður liðugur at leita sær vitan.
At vera lesandi er ein serlig støða. Tit hava nú møguleikan at brúka tíð upp á at fara í dýpdina við nøkrum spurningum. Tit skulu sjálvi læra at skipa tykkara tíð. Tit skulu fyrireika tykkum, lesa, skriva, hugsa, tosa, samstarva og taka ábyrgd av tykkara egna arbeiði.
Hetta kann kennast frítt. Men tað kann eisini kennast trupult. Tí við frælsinum fylgir eisini ábyrgdin. Tit fáa ikki longur bara at vita, hvat tit skulu gera, og nær tit skulu gera tað. Tit skulu sjálvi læra at skipa tykkara arbeiði.
Og mitt í øllum hesum er eitt annað orð, sum hevur stóran týdning: Forvitni.
Tit fara sjálvandi at læra nógv um fak tykkara. Tit fara at læra ástøði, hugtøk, háttaløg og søguna í tykkara fakøki. Tit fara at læra, hvussu vit kunnu granska, hvussu vit kunnu meta um keldur, hvussu vit kunnu byggja eina vísindaliga argumentatión og hvussu vit kunnu skilja ímillum eina góða og eina minni góða niðurstøðu.
Men eg vóni eisini, at tit læra at taka tykkara egna forvitni í álvara. Tí tað er ofta har, granskingin byrjar. Við einum spurningi.
Hví er hetta soleiðis? Hví gera vit hetta á henda hátt? Hvat hevði hent, um vit gjørdu okkurt øðrvísi? Og kanska mest grundleggjandi spurningurin: Hvussu vita vit tað?
Háttløgini, sum tit læra á hægri lærustovni, eru í grundini amboð til at taka hesar spurningarnar í álvara. Tit læra ikki bara at finna svar. Tit læra at spyrja betri spurningar. Og har er ein stórur munur.
Vit liva í einari tíð, har vit hava ómetaliga stóra atgongd til upplýsingar. Vit kunnu leita okkum fram til næstan alt. Við okkara teldum og snilfonum í hondini, kunnu vit fáa svar upp á ein spurning eftir fáum sekundum.
Men hóast vit hava so nógvar upplýsingar, merkir tað ikki neyðturviliga, at vit hava meira vitan. Tí upplýsingar og vitan eru ikki tað sama.
Vitanin krevur, at vit steðga á. At vit kanna. At vit samanbera. At vit ivast. Og At vit royna at skilja samanhangirnar.
Og kanska meira enn nakrantíð fyrr mugu vit læra okkum at spyrja: Hvør sigur hetta? Hví verður hetta sagt? Hvørjar keldur byggir tað á? Hvat manglar í frásøgnini? Og hvaðani havi eg sjálv fingið hesa fatan?
Tað er ein stór uppgáva. Tí vit liva í einum samfelag, har vit allatíðina verða møtt av frásagnum um, hvussu heimurin er settur saman. Frá miðlum. Frá politikki. Frá sosialum miðlum. Frá okkara vinfólki. Frá algoritmum, sum fylgja við, hvørjum vit sjálvi eru áhugað í.
Vit kunnu tí skjótt enda í okkara egnu lítlu fatan av heiminum. Ein fatan, har vit bert síggja tað, sum váttar tað, vit longu halda.
Og júst tí er fróðskapur so týdningarmikil. Ikki tí, tað skal fortelja tykkum, hvat tit skulu halda. Men tí tað skal læra tykkum at hugsa. At kanna. At møta øðrum sjónarmiðum. Og kanska eisini at broyta meining.
Tað seinna kann vera nakað av tí torførasta. Men eisini nakað av tí týdningarmesta.
Og so er tað ein partur av lestrarlívinum, sum ikki stendur í lesiætlanini. Tað er felagsskapurin.
Tí vitanin verður ikki bara til, tá tú situr einsamallur við einum bókaverki. Hon verður eisini til, tá menniskju møtast: Í einum práti aftaná ein fyrilestur. Í einum kjaki, har tú ikki ert samd ella samdur. Í einum lesibólki, har onkur spyr ein spurning, sum tú sjálv ella sjálvur ikki hevði hugsað um. Í eini uppgávu, sum verður betri, tí onkur annar lesur hana. Og kanska eisini í teimum, løtunum, har tit sita saman og ikki heilt vita, hvat tit gera.
Hetta er eisini ein partur av at vera lesandi.
Tit eru ikki bara einstaklingar, sum skulu taka eina útbúgving. Tit eru partur av einum fakligum og sosialum felagsskapi. Og tit eru eisini partur av einum størri samfelag.
Tí vitan hevur altíð eitt sosialt undirkervi. Hon verður skapt av menniskjum. Hon verður borin víðari millum menniskju. Og hon verður brúkt av menniskjum.
Tí er spurningurin, “hvat vit gera við okkara vitan, “ minst líka týdningarmikil sum spurningurin, “hvussu vit skapa okkara vitan hana “
Tit fara at læra nógv um heim og samfelag. - Men tit fara eisini at uppdaga, at tit sjálvi eru ein partur av tí heimi, sum tit kanna.
Tit koma við tykkara egnu søgu. Tit koma við tykkara egna máli, tykkara egnu royndum, tykkara egnu fatanum og tykkara egnu spurningum. Og samstundis fara tit at verða ávirkað av tí, sum tit møta her.
Tit fara at broytast. Ikki bara fakliga. Men eisini sum menniskju.
So tá tit í dag standa á gáttini til lestrarlívið, havi eg í grundini bara eina áheitan til tykkum: Verið forvitin. Torið at spyrja. Torið at ivast. Torið at siga: “Hetta skilji eg ikki.” Og torið eisini at siga: “Eg hevði eina aðra fatan fyrr.”
Tí tað er ikki tekin um veikleika at broyta meining. Tað kann vera eitt tekin um, at tú hevur lært nakað.
Brúkið tíðina her, til meira enn at fáa eitt prógv. Brúkið hana til at finna spurningar, sum tit veruliga vilja hava svar upp á. Finn tykkara egna innara granskara, tí tey mest áhugaverdu tingini byrja ofta júst har, vit ikki longur kenna okkum heilt vís.
Hjartaliga tillukku við byrjanini.
Og vælkomin á Setrið.


Í Silo í Sjóvinnuhúsinum er matstova og góðir møguleikar í erva hjá lesandi at hugna sær og annars arbeiða

Tá tiltakið í Kongshøll var av, fóru tey lesandi út á ta deildina, har tey skulu lesa. Her er tað Kalpana Vijayavarathan, dekanur á Námsvísindadeildini, sum heilsar teimum nýggju, sum eru byrjað á námsfrøði- og læraraútbúgvingini.
- Hvørt lestrarár byrjar við vón: vón um nýggjan kunnleika, nýggj vinarløg og nýggjar møguleikar. Í dag er vónin tykkara. Nú tit byrja sum lærara- ella námsfrøðingalesandi, gerast tit partar av einum felagsskapi, sum miðvíst strembar eftir at læra, kanna, taka fakliga ábyrgd og tæna øðrum. Yrkini tit fyrireika tykkum at virka innan hevur sera stóran týdning fyri alt samfelagið. Tit fara at arbeiða við at hjálpa børnum, ungum og vaksnum at menna sínar førleikar og sjálvsvirði, soleiðis at hesi kunnu luttaka og vera virkin i samfelagnum. Lærarar og námsfrøðingar ávirka onnur hvønn einasta dag, hóast tað ikki altíð sæst beinanvegin. Fá yrki bera slíka tign og ábyrgd við sær, segði hon m.a.

Her er nýggi hópurin, sum er byrjaður á Søgu- og samfelagsdeildini

Í kvøld verður árliga veitslan, sum markar byrjanina á nýggja akademiska árinum. Tað er SeturSamanShow, sum Ráð teirra lesandi saman við øðrum skipar fyri. Her hittast tey lesandi til samansjóðandi tiltak við pubkviss, konsert og hugna.
Vit ynskja øllum okkara nýggju lesandi at vera hjartaliga vælkomin og bestu eydnu við útbúgvingunum!