University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Innleiðsludagur fyri nýggj lesandi á Setrinum
21.08.2012
Føroyamálsdeildin

Innleiðsludagur fyri nýggj lesandi á Setrinum

Fríggjadagin 31. august 2012 verður skipað fyri Innleiðsludegi fyri tey nýggju lesandi á Setrinum.


Hetta verður á fabrikkini hjá Östrøm frá kl. 9 til kl. 17. Á hesi samkomu hittast øll nýggj lesandi, har høvi verður at heilsa upp á hvønn annan í einum avbjóðandi og hugnaligum umhvørvi.

Skráin fyri dagin er hendan:

  • Kl.   9.00 - 12.00         PetroUniversity kapping
  • Kl. 12.00 - 12.30         Miðmáli
  • Kl. 12.30 - 15.00         PetroUniversity kappingin heldur fram
  • Kl. 15.00                     Steðgur við ábiti
  • Kl. 15.30                     Rektarin býður vælkomin á Setrið
  • Kl. 15.40                     Kunning um Altjóða Skrivstovuna
  • Kl. 15.50                     Kunning um MFS, Føroyadeild
  • Kl. 16.00                    Øðrvísi kunning (skemt við Jákup Veyhe)
  • Kl. 16.15                    Finnur Koba syngur og spælir


Innleiðsludagurin byrjar við einari PetroUniversity kapping, sum FOÍB og Simprentis skipa fyri við stuðuli frá Statoil. Luttakarnir verða býttir í bólkar, og hvør bólkur er eitt oljufelag, sum leitar eftir olju og gassi í lærisimuleringini OilSim. Vinningur er til besta bólkin.

Endamálið er at tey lesandi koma at kenna hvønn annan betur, umframt at tey fáa innlit í eitt øðrvísi læringsamboð og innlit í oljuleiting nú Statoil saman við øðrum borar áttanda leitibrunnin í føroyskum øki.

Fyri at luttaka í PetroUniversity er neyðugt at hava farteldu við. Kanna, um hon riggar til OilSim við at fara inn á http://check.oilsim.com. Setrið hevur bert eitt avmarkað tal av farteldum tøkar til tiltakið, lesandi verða tí vinaliga biðin um at boða frá um tey taka farteldu við.

Skráset teg til innleiðsludagin innan 28. august á:

http://www.surveymonkey.com/s/innleidsludagur2012


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast