31.08.2018
Námsvísindadeildin
Skriva út

Innleiðsluvika hjá nýggjum námsfrøði- og læraralesandi 2018

Tey nýggju lesandi á Námsvísindadeildini vóru í farnu viku á innleiðslutúri í stóra skótahúsinum við Løkin í Runavík, har tey gistu frá mikudag til hósdag.

Undirvísarar á NÁD høvdu skipað fyri verkstøðum, har tey lesandi saman skuldu royna ymiskar aktivitetir og samstarva um ymisk námsfrøðilig evnir. Tey lesandi vórðu tí býtt í blandaðar bólkar við bæði námsfrøði- og læraralesandi. Verkstøðini høvdu yvirskipaðu evnini “kreativitetur og skapanarevni”, “samskifti og samstarv”, “ítróttur og spøl”, “náttúra og søga” og ein “matgerðarverkstaður”.

Bólkarnir fóru uppá skift runt til ymisku verkstøðini báðar dagarnir og vóru luttakandi, forvitin og áhugaði. Um kvøldi var felags matur og hugni, har tey fingu høvi at læra hvønn annan at kenna, samstundis sum ymiskar kappingar og spøl vóru á skránni.

Samanumtikið var túrurin sera góður, og áðrenn heimtúrin, vórðu tey lesandu biðin um at skrivað eina lítla eftirmeting, og vóru tey í øllum eftirmetingunum sera jalig og hildu, at hetta var ein góð byrjan.

Av tí, at júst hesi lesandi á Setrinum eftir loknan lesnað skulu út at arbeiða við børnum, ungum og menniskjum við serligum tørvi, er hetta ein vælegnaður máti, at læra øll tey nýggju menniskjuni at kenna, sum tey skulu vera saman við og samstarva við tey komandi 4 árini á ein óhátíðarligan og óformligan hátt, samstundis, sum tey arbeiddu við ymiskum aktivitetum og hugtøkum, sum eru viðkomandi fyri teirra lesnað og framtíðar starvsleið.

Nýggji árgangurin av læraralesandi 2018

Nýggji árgangurin av námsfrøðilesandi 2018