University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Ískoytisútbúgving á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum
08.06.2012
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Ískoytisútbúgving á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum

Sjúkrarøktarfrøðiskúlin bjóðar nú út skeið í vísindaástøði og granskingarháttalagsfrøði til heystar


Skeiðið er á bachelorstøði og øll við miðallangari heilsufakligari framhaldsútbúgving hava møguleika at søkja. Skeiðið er frá oktobur 2012 til februar 2013, vikurnar 40, 43, 46, 49 og 4, 7. Uppgávuskriving og próvtøka verður í viku 8 og 9

Talan er um skeið, sum er 10 ECTS námsstig og er partur av ískoytisútbúgving til BSc í sjúkrarøktarfrøði og í komandi tvørfakligari ískoytisútbúgving til BSc í heilsu. Skeiðið er kravd fortreyt fyri at fara undir bachelorritgerðina og endar við skrivligari uppgávu. Próvdømingin er staðið/ikki staðið.

Neyvari skeiðslýsing verður tøk á heimasíðuni www.setur.fo undir Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum í seinasta lagi 15. juni 2012.

Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Sjúkrarøktarfrøðiskúlan, Súsanna Mortensen, skeiðsleiðara, susannam@setur.fo tlf. 292255

Kostnaður fyri skeiðið er 7000kr.

Umsókn við váttaðum avriti av prógvi fyri miðallangari heilsufakligari framhaldsútbúgving skal sendast til:

Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya,
Jónas Broncksgøta 25,
FO-100 Tórshavn,

í seinasta lagi 10. august 2012.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Bárður Á Lakjuni Landsstýrismaður Uttan Fyri Gróthúsini 17062026

    Landsstýrismaðurin kunnað seg um Setrið

  2. Læraralesandi Á Nád 2026 SSP

    Læraralesandi á SSP-degi á Hilton

  3. Pætur Mikal Holm

    Pætur Mikal Holm framfluttur til lektara