Føroyamálsdeildin
13.10.2010
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Íslendsk vitjan á Føroyamálsdeildini

Hesa vikuna eru fimm málfrøðingar frá Háskóla Íslands á arbeiðsvitjan á Føroyamálsdeildini at gera rannsóknir í føroyskari setningsgerð.



Teir hava fingist við hesar rannsóknir undanfarin ár, serstakliga við samanburði millum íslendskt og onnur norðurlandamál í huga.

 

Gjørdar eru tvær stórar yvirlitskanningar um alt landið í samstarvi við føroyskar málfrøðingar og lesandi og harumframt hava málfrøðingarnir gjørt samrøður við ein hóp av einstaklingum.

 

Høvuðsniðurstøðan tykist vera tann, at ikki er stórur landafrøðiligur munur á setningsgerð í Føroyum og munurin er munandi minni enn í framburði og bending. Ávísur munur sæst tó í aldri.

 

Málfrøðingarnir hava sagt frá niðurstøðum sínum á ymsum ráðstevnum, m.a. á Frændafundi í Íslandi í august. Vónandi verða onkrar niðurstøður kunngjørdar í Føroyum um stutta tíð, tí hetta er allarhelst seinasta vitjanin hjá íslendingunum í hesum viðfangi.

 

Í sambandi við kanningarnar og samrøðurnar, sum hava verið gjørdar hesa tíðina, verður happadráttur hósdagin 14. oktober og har hava øll tey, sum hava verið heimildarfólk í kanningunum, møguleika at vinna flogferð til Íslands, gisting á Hotel Føroyum ella vinna stóru íslendsku-føroysku orðabókina.