Skriva út

Íslendskur lestrarstuðul

Íslendska Mentamálaráðið bjóðar føroyingum at søkja stuðul (120.000 ísl.kr. um mánaðin í 8 mánaðir) til lestur í íslendskum máli og bókmentum á Háskóla Íslands lestrarárið 2010/2011.


Upphæddin røkkur til vistarhald. Studentunum verður útvegað innivist á studentagarði, og húsaleigan verður goldin av studninginum.


Námið byrjar 1. september 2010 og endar 30. apríl 2011.


Umsóknir skulu vera Setursskrivstovuni í hendi í seinasta lagi týsdagin 23. mars 2010.


Umsóknarblað
Kunning


Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovan
J.C. Svabos gøtu 14
Postrúm 272
110  Tórshavn
tlf. 352500,  fax 352501