University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Íslendskur lestrarstuðul (2)
27.01.2012
Altjóða Skrivstovan

Íslendskur lestrarstuðul

Umsóknarfreistin til íslendska lestrarstuðulin er 1. mars 2012


Íslendska Mentamálaráðið bjóðar føroyingum at søkja stuðul (114.000 ísl.kr. um mánaðin í 8 mánaðir) til lestur í íslendskum máli og bókmentum á Háskóla Íslands lestrarárið 2012/2013.

Upphæddin røkkur til vistarhald. Studentunum verður útvegað innivist á studentagarði, og húsaleigan verður goldin av studninginum.

Námið byrjar 1. september 2012 og endar 30. apríl 2013.

Umsóknir skulu sendast til Stofnun Árna Magnússonar í íslendskum fræðum, Stofu Sigurðar Nordals, Posthólf 1220, IS-121 Ísland.

Umsóknarfreistin er 1. mars 2012.  Umsóknarblað og kunning kunnu takast niður her ella fáast við at venda sær til Setursskrivstovuna, eru eisini at finna á heimasíðuni  www.arnastofnun.is.  Studningshavar í verandi skúlaári kunnu søkja um framhaldsstudning fyri næsta skúlaár innan 2. februar 2012

Umsóknarblað

Kunning


Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovan
J.C. Svabos gøta 14
Postrúm 272
110  Tórshavn
Tlf. 35 25 00, fax 35 25 01

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Bárður Á Lakjuni Landsstýrismaður Uttan Fyri Gróthúsini 17062026

    Landsstýrismaðurin kunnað seg um Setrið

  2. Læraralesandi Á Nád 2026 SSP

    Læraralesandi á SSP-degi á Hilton

  3. Pætur Mikal Holm

    Pætur Mikal Holm framfluttur til lektara