Anna Katrin Matras
16.10.2018
Til lesandi Setursskrivstovan
Skriva út

Íslendskur lestrarstuðul 2019

Umsóknarfreistin til íslendska lestrarstuðulin er 1. desember 2018

Íslendska Mentamálaráðið bjóðar føroyingum at søkja stuðul í samanlagt 8 mánaðir til lestur í íslendskum máli og bókmentum á Háskóla Íslands lestrarárið 2019/2020.

Upphæddin røkkur til vistarhald. Studentunum verður útvegað innivist á studentagarði, og húsaleigan verður goldin av studninginum.

Námið byrjar 1. september 2019 og endar 30. apríl 2020.

Umsóknir skulu sendast til:

Stofnun Árna Magnússonar í íslendskum fræðum,
Stofnun Sigurðar Nordals,
Posthólf 1220,
IS-121  Ísland

Umsóknarfreistin er 1. desember 2018.  Umsóknarblað og kunning kunnu takast niður her ella fáast við at venda sær til

Setursskrivstovuna. Hesi eru eisini at finna á heimasíðuni  www.arnastofnun.is.

Studningshavar í verandi skúlaári kunnu søkja um framhaldsstudning fyri næsta skúlaár innan 1. desember 2018

Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovan
J.C. Svabos gøta 14
Postrúm 272
110  Tórshavn
Tlf. 35 25 00 
Fax 35 25 01