University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Íslendskur lestrarstuðul (4)
17.01.2014
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Náttúruvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Námsvísindadeildin Føroyamálsdeildin

Íslendskur lestrarstuðul

Umsóknarfreistin til íslendska lestrarstuðulin er 1. februar 2014


Íslendska Mentamálaráðið bjóðar føroyingum at søkja stuðul (130.000 ísl.kr. um mánaðin í 8 mánaðir) til lestur í íslendskum máli og bókmentum á Háskóla Íslands lestrarárið 2014/2015.

Upphæddin røkkur til vistarhald. Studentunum verður útvegað innivist á studentagarði, og húsaleigan verður goldin av studninginum.

Námið byrjar 1. september 2014 og endar 30. apríl 2015.

Umsóknir skulu sendast til:

Stofnun Árna Magnússonar í íslendskum fræðum,
Stofu Sigurðar Nordals,
Posthólf 1220,
IS-121 Ísland.

Umsóknarfreistin er 1. februar 2014.  Umsóknarblað og kunning kunnu takast niður her ella fáast við at venda sær til Setursskrivstovuna. Hesi eru eisini at finna á heimasíðuni  www.arnastofnun.is.

Studningshavar í verandi skúlaári kunnu søkja um framhaldsstudning fyri næsta skúlaár innan 1. februar 2014


Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovan
J.C. Svabos gøta 14
Postrúm 272
110  Tórshavn
Tlf. 35 25 00, fax 35 25 01

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Kampus Frælsið

    Valfundur: Kunnu vit styrkja Føroyar við ungdómi, útbúgvingum og gransking?

  2. 2012-Setur.fo_Bygningar-068.jpg

    Ph.d.-skeið í kvalitativum háttaløgum

  3. Francesco undirvísir í rómverjarætti (3).jpg

    Symposium um rómverjarætt