29.01.2015
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Íslendskur lestrarstuðul

Umsóknarfreistin til íslendska lestrarstuðulin er 1. februar 2015


Íslendska Mentamálaráðið bjóðar føroyingum at søkja stuðul (130.000 ísl.kr. um mánaðin í 8 mánaðir) til lestur í íslendskum máli og bókmentum á Háskóla Íslands lestrarárið 2015/2016.

Upphæddin røkkur til vistarhald.  Studentunum verður útvegað innivist á studentagarði, og húsaleigan verður goldin av studninginum.

Námið byrjar 1. september 2015 og endar 30. apríl 2016

Umsóknir skulu sendast til:

Stofnun Árna Magnússonar í íslendskum fræðum,
Stofu Sigurðar Nordals,
Posthólf 1220,
IS-121  Ísland.  

Umsóknarfreistin er 1. februar 2015.  Umsóknarblað og kunning kunnu takast niður her ella fáast við at venda sær til Setursskrivstovuna. Hesi eru eisini at finna á heimasíðuni  www.arnastofnun.is

Studningshavar í verandi skúlaári kunnu søkja um framhaldsstudning fyri næsta skúlaár innan 1. februar 2015


Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovan
J.C. Svabos gøta 14
Postrúm 272
110  Tórshavn
Tlf. 35 25 00, fax 35 25 01