Setursskrivstovan
17.02.2009
Skriva út

Íslendskur lestrarstuðul

Íslendska Mentamálaráðið bjóðar føroyingum at søkja stuðul (95.000 ísl.kr. um mánaðin í 8 mánaðir) til lestur í íslendskum máli og bókmentum á Háskóla Íslands lestrarárið 2009/2010.


Upphæddin røkkur til vistarhald. Studentunum verður útvegað innivist á studentagarði, og húsaleigan verður goldin av studninginum.

 

Námið byrjar 1. september 2009 og endar 30. apríl 2010.

 

Umsóknir skulu vera Setursskrivstovuni í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 6. mars 2009. Kunning og umsóknarblað fæst her ...