University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Ítróttarorðingar
12.04.2012
Føroyamálsdeildin

Ítróttarorðingar

Greinin er frá einari útvarpssending "Orð og mál" frá 1997, har Jógvan í Lon Jacobsen tosaði um ítróttarorðingar, ið hann hevði tikið úr nøkrum av bløðunum.


Snøklar úr bløðunum – mai 1997

Nú fótbólturin aftur fór á rull á vøllunum kring landið, vóru nógvar áhugaverdar yvirskriftir í bløðunum, sum vísa hugflog og eina málnýtslu, sum flýtur yvir av málsligari spæligleði hjá ítróttarskrivarunum.

Í Danmark eydnaðist Lyngby at koppa Brøndby, tí at endiliga kom hol á skoringina. Og fríggjadagin bragdaði aftur, tá ið tað eftir rættiligan málturk endiliga eydnaðist einum av okkara bestu leikarum at fáa hol á málskjótingina. At bragda verður annars nýtt um fiskiskap og merkir tá at fáa fisk, og tá ið tað ikki bragdar, er eingin fiskur at fáa. Og meðan toftamenn tóku til beins upp á tindin, fór GÍ niður við flagginum sjálvan flaggdagin. Á Sandi stóð ikki so væl til, tí har endaði tað við polskum mannfalli, tí allir póllendingarnir – teir eru tríggir í tali – mugu sita á beinkinum næsta dyst. Tríggir av ellivu eru sløk 30 prosent, so tað kann sigast at vera mannfall.

Hetta eru alt myndir ella orð, sum verða nýtt í fluttari merking. Tá ið Lyngby koppaði Brøndby merkir tað bara, at Lyngby vann á Brøndby – kanska við tógvið stríð, eg veit ikki. Og tá ið tað bragdar hjá United ella Liverpool, sipar tað bara til ein sigur – teir fáa tað, teir royna eftir, eins og fiskimaðurin á havinum. Yvirskriftin at fara niður við flagginum sjálvan flaggdagin – um GÍ, sum hevur verið føroyameistarar tey seinastu árini – hon er stuttlig. Upprunaliga var henda máliska nýtt um krígsskip, sum varð søkt við flagginum í topp, t.e. uttan at hava yvirgivið seg, og síðan verður hon eisini nýtt um at tapa við æru. Um okkurt hondbóltslið, ið tapti so dyggiliga, varð sagt, at leikararnir vórðu úrlatnir, og tað man bara merkja, at teir vóru fyri einum eyðmýkjandi tapi.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum