University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
JensDamZiska.jpg
17.01.2019
Føroyamálsdeildin

Jens Dam Ziska settur sum vísindafólk at standa fyri útbúgvingini í listaligum arbeiði

Lýst verður við upptøkutreytum til útbúgvingina í vár

Jens hevur ph.d.-útbúgving í heimspeki frá Oxford University. Í gransking sínari sum heimspekingur hevur hann serliga fingist við fagurfrøði og list. Í løtuni er hann í tíðaravmarkaðum starvi sum granskari á Kunstakademie Düsseldorf, og hann flytur tískil heim at taka við nýggja starvinum, samstundis um hann ger seg lidnan við uppgávurnar har. Umframt at granska er Jens virkin sum myndlistafólk. Hann var t.d. við á framsýningini “Vatn” í Norðurlandahúsinum í fjør.

Seinasta vísindaliga grein hansara, “Art as Alchemy: The Bildobjekt Interpretation of Pictorial Illusion” stóð í  The Journal of Aestehetics and Art Criticism í apríl í fjør og úrdráttur av greinini sæst HER.

Umframt at standa fyri at skipa útbúgvingina fer Jens at undirvísa í pørtum av teimum felags ástøðiligu skeiðunum, sum fara at verða boðin út í útbúgvingini.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Álvur Haraldsen 260526 0161 (1)

    UArctic Congress 2026: Ljómandi veitsla í Tórsgøtu

  2. Jens Kristian Vang 26.05.26 0001 53

    ES-kommisserurin á UArctic: - Hetta er órættvíst!

  3. Martin Tvede Zachariasen Jens Kristian Vang 26.05.26 0001 40

    UArctic Congress 2026 sett